Nú er bretska postverkið komið við einum nýggjum úrvæli av frímerkjum, ið heiðrar sjónvarpsrøðina Game of Thrones.
Royal Mail er í dag komið við tíggju nýggjum frímerkjum við mynd av tíggju mest umtóktu persónunum í røðini, og millum tey tíggju er Jaime Lannister, ið er spældur av danska Nikolaj Coster-Waldau, skrivar DR.
Seinastu vikurnar hevur tað borið til hjá fólki at bílagt nýggju frímerkini frammanundan á netinum, men frá í dag av kunnu tey keypast um alt Stóra Bretland.
Afturat teimum tíggju nýggju Game of Thrones frímerkjunum eru eisini fimm, ið hava mynd av eitt nú jarntrónuni, drekum, og The Night King.
Sambært BBC hevur bretska postverkið valt at heiðra amerikonsku røðina, tí at meginparturin av røðini er tikin upp í Norðurírlandi. Eisini eru nógvir bretskir leikarar við í røðini, m.o. Emilia Clarke, Kit Harrington, og Maisie Williams, ið øll eru við á nýggju frímerkjunum sum ávikavíst Daenerys Targaryen, Jon Snow, og Arya Stark.
Nikolaj Coster-Waldau og amerikanski Peter Dinklage eru einastu útlendsku sjónleikarar á nýggju frímerkjunum.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Royal Mail kemur við slíkum frímerkum við íblástri úr films- og sjónvarpsheiminum, í 2015 hátíðarhildu tey 50 ár við serútgávum av frímerkjum, og tá fekk man m.a. Star Wars frímerkir og Harry Potter frímerkir.
HBO eru í hesum døgum í ferð við at taka upp 8. og síðstu sesong av Game of Thrones, sum væntandi verður at síggja í 2019.