Ein bretsk kanning vísir, at har kunnu vera heilsuskaðilig evni í gomlum leikum, og Lego er størsti syndarin.
At keypa brúktar leikur ljóðar kanska sum ein bílig og skilagóð loysn, tá børnini ynskja sær okkurt nýtt at spæla við, men sambært einari bretskari kanning er tað betri at keypa nýggjar leikur.
Bretskir granskarar hava kannað, um eldri leikur samsvara við núverandi ES-reglunum fyri heilsuskaðilig evni.
Meira enn 200 leikur vórðu kannaðar fyri, hvussu stórur vandin var fyri, at skaðilig evni kundu ferðast yvir í kroppin. Kanningin hugdi serliga at átta grundevnum, harav fleiri tungmetal, sum ES í dag hevur ásett serlig markvirði fyri.
Talan er um arsenikk, barium, kadmium, krom, kyksilvur, blýggj, antimon og selen.
Fimm av hesum grundevnum, undantikið arsenikk, selen og kyksilvur, vóru funnin í fleiri enn tjúgu leikum av teimum 200, ið vóru kannað. Hesi grundevni kunnu vera vandamikil fyri børn, sjálvt í smáum nøgdum. Tað er serliga vandamikið, um børn koyra leikurnar í munnin ella enntá svølgja tær. Tí varð eisini kannað, um hesi evni kundu ferðast yvir í kroppin.
Fleiri tungmetal, ið kundu ferðast yvir í kroppin vóru funnin, og serliga varð funnið nógv kadmium í einari leiku. Lego.
Kadmium er eitt evni, ið fyrr hevur verið nógv nýtt til plasttilfar.
Tað er serliga lego, ið er keypt í 70unum og 80unum, mann skal ansa eftir. Hildið verður, at Lego steðgaði við at framleiða tilfar við Kadmium fyrst í 70unum, men at tað kann hava verið selt í handlum nógv ár aftaná.
Tí verður viðmælt, at foreldur ikki lata lítil børn spæla við ov gamlar leikur, skrivar TV2.
Aðrar leikur, ið innihalda tungmetal eru m.a. perlur, djór úr plasti og spælihjálmar.