Bretsk jagaraflogfør elta eitt “ókent flogfar” nærhendis Føroyum

Stríðsflogfør hjá Royal Air Force, RAF, elta í løtuni eitt “ókent flogfar” millum Føroyar og Hetland

Sigurjón Einarsson
2. februar 2022 kl. 13:47

Bretska Royal Airforce, RAF, sendi fyrrapartin Typhoon stríðsflogfør avstað at elta eitt “ókent flogfar”, ið fleyg nærindis bretskum loftrúmi.

Tað skrivar Sky News.

Typhoon-stríðsflogførini lættu frá RAF Lissiemouth-støðini í Moray, og seinni kom eisini eitt Voyager luft-til-luft-áfyllingarflogfar frá RAF-støðini Brize Norton í Oxfordshire, sum sæst á Flightradar24.

Eitt talsfólk fyri RAF vil ikki nakrar viðmerkingar til bretskar miðlar, fyrr enn hermálsliga tiltakið er endað, eru stuttu boðini frá bretska Royal Air Force.

Tað kemur meira enn so fyri, at bretska Royal Air Force er á flogið, tí ókend flogfør nærkast bretskum loftrúmi.

So seint sum í november í fjør vórðu bretsk jagaraflogfør send at elta eitt russiskt TU-160 Blackjack bumbuflogfar.

Tá var almenna frágreiðingin, at tey bretsku stríðsflogførini fylgdu russiska flogfarinum burtur frá økinum og at russiska bumbuflogfarið ikki kom inn í bretska luftrúmið.

Eisini í 2017 flugu tvey russisk TU-160 BlackJack bumbuflogfør millum Hetland og Føroyar í meira enn fimm tímar. Tá bar Bretland eisini skjótt at og sendi Typhoonstríðsflogfør avstað at elta Blackjack bumbuflogførini.

Dagføring: Bretsku stríðsflogførini eru komin aftur í bretskt luftrúm, har tey í løtuni flúgva yvir bretsku vesturstrondini.