Bretsk avís: Roman Abramovich ynskir at selja Chelsea skjótast gjørligt

Chelsea-eigarin, Roman Abramovich, er komin í mótvind, eftir at hansara føðiland hevur gjørt innrás í Ukraina. Revsitiltøk móti Russlandi raka eisini russiskar oligarkar, og tí kennir Abramovich seg noyddan til at selja felagið, sambært The Independent

Sigurjón Einarsson
2. mars 2022 kl. 11:45

Í síðstu viku segði russiski eigarin hjá Chelsea, Roman Abramovich, umsjónina av felagnum frá sær. Nú hevur Abramovich í hyggju at selja London-felagið. Ikki tí, at hann hevur hug at selja London-felagið, men tí at hann kann verða noyddur at gera tað.

Tað skrivar bretska avísin, The Independent.

Leygardagin læt hann felagið upp í hendi til Chelsea Foundation, sum beinleiðis avleiðing av, at Russland gjørdi innrás í Ukraina.

Revsitiltøk, ið eru sett í verk móti Russlandi, raka eisini russiska milliarderin, sum í síðsta enda kann føra til, at Abramovich, ið hevur átt Chelsea síðan 2003, er noyddur til at selja felagið.  

Sambært The Independent hevur hann longu kannað møguleikarnar at selja Chelsea. Tað hevur staðið sveisiska milliarderin Hansjörg Wyss í boði at keypa felagið, sambært avísini. 

– Abramovich roynir at selja allar sínar ognir í Onglandi, og hann vil eisini av við Chelsea skjótast gjørligt. Tað hevur staðið mær og trimum øðrum í boði at keypa Chelsea. Men eg havi brúk fyri umhugsanartíð. Abramovich krevur í løtuni ov nógv, sigur Hansjörg Wyss, sambært The Independent.

Sambært bretsku avísini er felagið til sølu fyri 18 milliardir danskar krónur, sum felagið skyldar sínum russiska eigara.

Hansjörg Wyss er góður fyri umleið 39 milliardir krónur, sambært Forbes.

Til samanberingar er Roman Abramovich góður fyri umleið 86 milliardir krónur.