Inntil hon fer til gravar, hava myndugleikarnir latið kistuna hjá Elizabeth drotning liggja opna, soleiðis at fólkið fær sagt farvæl við hana persónliga. Í dag er seinasti møguleiki hjá fólki at síggja Elizabeth eina seinastu ferð, áðrenn jarðarferðina í morgin. Køin frá Westminster Hall og framvið Thames ánni í London er fleiri kilometrar long, og bíðitíðin er í løtuni uml. 14 tímar – hetta er einki í mun til teir meira enn 24 tímarnar, sum fólk hava verið noydd at bíða undanfarnar dagar. Í gjár, leygardag, vitjaðu Charles kongur og William prinsur køina, fyri at takka fólki fyri teirra tol og trúfesti.
Í dag hildu ommubørnini hjá Elizabeth eina tigandi vøku rundanum kistu hennara. Nýggi kongurin hevur givið Harry prinsi serligt loyvi til at vera í herbúna til hesa vøku, hóast hann misti tann rættin, tá ið hann legði sjógv ímillum seg og trúnuna fyri nøkrum árum síðani.
Nógvir heimsleiðarar eru boðnir til jarðarferðina, sum verður í morgin, m.a. Joe Biden og Margrethe drotning og Fredrik krúnprinsur úr Danmørk. Upprunaliga var Mary krúnprinsessa eisini boðin, men vegna eina villu í bretska uttanríkismálaráðnum, ber hetta kortini ikki til.
Millum teir leiðarar, sum ikki eru boðnir, eru Vladimir Putin og leiðarar av Afghanistan, Myanmar og Hvítarusslandi. Tað vekjur ans, at Saudi arabiski prinsurin, Mohammed bin Salman, kortini er boðin, hóast hann hevur verið knýttur at morðinum á tíðindafólkinum Jamal Khashoggi.
Drotningin verður fylgd úr Westminster Hall til Westminster Abbey kl 10.44 mánamorgun. Tað var í Westminster Abbey, at drotningin varð krýnd og gift, og tað er her, tey bretsku kongaligu verða grivin.
Mynd: epa.
Køin til at síggja Elizabeth drotning er fleiri kilometrar long. Mynd: epa.
Ommubørnini hjá Elizabeth drotning, ílatin syrgiklæði. Aftastur er Harry prinsur, í herbúna. Mynd: epa.
Ommubørnini hjá Elizabeth drotning, ílatin syrgiklæði. Aftastur er Harry prinsur, í herbúna. Mynd: epa.