Ein fyrrverandi russiskur njósnari, Sergei Skripal, og dóttir hansara vórðu álopin við eitrandi virkevni, sum oyðileggur nervarnar. Virkevnið kemur "uttan iva frá Russlandi" og tað fær fylgjur, segði Rex Tillerson, amerikanski uttanríkisráðharrin, í samband við eitranina í Salisbury. Tað skrivar The Guardian á heimasíðuna.
Viðmerkingarnar hjá Tillerson fóru enn longri enn við merkingarnar hjá Theresu May, ensku forsætismálaráðfrúuni, til Undirhúsið í gjár. "Stór sanníkindi" eru fyri, at Russland stóð fyri álopinum, tí virkevnið var eitt sokallað Novichok virkevni, sum russiski herurin framleiðir.
Tillerson hevur boðað fjølmiðlum frá, at tað er ein ógvuliga avmarkaður skari av fólki, ið hevur møguleika at fáa hendur á Novichok-virkevnium. Hann legði aftrat, at tað var "yvir allan forstand", at ein statsaktørur brúkar so vandamikið evni á almennum plássum.
Alexander Yakovenko, russiski sendimaðurin í Bretlandi, varð biðin um at greiða frá í seinasta lagi á midnátt, hvørt Russland stóð fyri álopinum, ella um Russland hevði latið evnið koma í skeivar hendur, hevur May sagt.
Um Bretland ikki fær eina trúliga frágreiðing, er tað sannlíkt, at Bretland vísir ávísum russiskum diplomatum úr landinum. Haraftrat er tað hugsandi, at Bretland fremur eitt loyniligt netálop á Kreml.
Einhvør beinleiðis gerð, sum Bretland fremur mótvegis Russlandi, kann verða vard av ST yvirlýsingini, grein 51, sum heimilar sjálvverju.
Meira kann lesast HER