Breti flytur úr Íslandi og á Argir

AB hevur skrivað sáttmála við 24 ára gamla Marley Blair

Argja Bóltfelag
13. februar 2024 kl. 15:54

Tað styttist til kappingarbyrjan, og hópurin fyri kappingarárið 2024 er við at taka endaligt skap. Í morgun kann AB kunngera ein nýggjan vongleikara. Nýggi, álopssinnaði leikarin er 24 ára gamli bretin, Marley Blair, ið hevur skrivað sáttmála við AB, sum er galdandi hetta kappingarárið.

Tað er ein maður, sum hevur húsast á fínum adressum, ið nú verður at síggja inni í Vika. Hann er føddur í Huddersfield, men flutti á ungum árum til Liverpool, har hann í fimm ár var partur av akademinum hjá enska stórfelagnum. Hann spældi á U18-liðnum hjá felagnum og hevði eisini onkra hendinga venjing við Premier League-stjørnunum. Í 2018 skifti hann til annað Premier League-felag, Burnley, har hann var partur av U21-liði felagsins í hálvtannað ár.

Marley er ikki heilt ókendur her um leiðir, tí frá 2021 til summarið 2023 hevur hann spælt í bestu, íslendsku deildini við Keflavík ÍF. Í summar flutti hann heim til Ongland og hevur til nú spælt við Farsley Celtic í National League North.

Marley er ein skjótur og kvikur vongur við góðum bóltførleika, ið vit meta at vera ein sannan fong fyri okkara 1. deildarlið, ið hevur sum mál at flyta beint uppaftur í Betrideildina í ár.

Sum eitt kuriosum kann nevnast, at Marley ikki er tann einasti í familjuni, sum spælir fótbólt. Marley hevur ein yngri beiggja, Harvey Blair, ið framvegis spælir við Liverpool. Harvey er 20 ára gamal, spælir við U21-liðnum og hevur enntá spælt ein dyst í Carabao Cup á besta liðnum. Hetta var 27. oktober oktober 2021 í dysti ímóti Preston North End.