Ein nýggj kanning hjá Ofcom granskaði miðlanýtsluna hjá bretum. Hetta eru tey von at gera og kanna vanliga síður sum Facebook og Youtube. Men í ár avgjørdu tey at eisini fevna um pornografiskar síður í teirra kanningararbeiðið.
Mest vitjaða síðan var PornHub, og tølini vísti, at helvtin av bretum vitjaðu síðuna í september 2020 – 50% av øllum mannfólkum og 16% av konufólkum.
Tað vísti seg eisini, at pornografiska síðan hevði nógv fleiri hyggjarar enn sjónvarpsrásirnar Sky One, ITV4 og BBC News.
Tølini hækkaðu nógv í yngru aldursbólkunum. Har vísti tað seg, at ein triðingur av ungu kvinnunum og tríggjar fjórðingar av ungu monnunum vitjaðu PornHub í september 2020.
Ofcom siteraði PornHub, sum hevði sagt, at vanligi bretski hyggjarin brúkti í miðal 10 minuttir og 20 sekund á síðuni hvørja ferð.
Ofcom er ein myndugleiki undir bretsku stjórnini, sum hevur ábyrgd av eftirliti við miðla- og samskiftisplatformum í landinum.