Bretar taka 45.000 teposar við til OL í Tokyo

It's teatime, my dear! Hóast bretsk ítróttarfólk skulu vísa sínar dygdir til OL í Tokyo seinni í summar, so skal eisini vera tíð til at kóka sær ketilin og fáa sær ein temunn

Sigurjón Einarsson
14. apríl 2021 kl. 13:33

Fá ting eru so inkarnerað bretsk sum ein koppur av te, og tað sæst aftur í viðførinum, sum bretska OL-sendinevndin hevur sent avstað til Tokyo.

45.000 teposar eru sendir avstað, so eingin av teimum 370 ítróttarfólkunum verður við undirlutan vegna væntandi temunn, tá tey sita í Japan.  

Tað skrivar heimasíðan hjá Danmarks Radio.

Umframt teposar, so taka bretar eisini 7.000 posar av kipsi – ella crisps, sum bretar nevna tað – við. Tað skrivar bretski miðilin, The Guardian, sambært DR.

Ítróttarfólkini fáa harafturat eisini kort og klods major-spøl at stytta sær stundir við millum kappingarnar.

Alt hetta varð sent avstað við skipi í februar. Ferðin til Tokyo var mett at taka 55 dagar, skrivar bretski miðilin.