Tað var ein forsætisráðharri, sum var at kroppi, sum í dag frammanfyri Downing Street 10 fyriskipaði tingval í Stórabretlandi.
"Nú er tíðin komin, har Stórabretland skal velja framtíð sína... at avgera, um vit vilja byggja á framstigini, vit hava gjørt, ella um vit vilja vága at fara aftur, har vit vóru, uttan hvørki ætlan ella vissu", segði Sunak millum annað frá røðarapallinum.
Tingvalið er sett til 4 juli, sum kemur óvart á flestu journalistar og serkøn, sum høvdu væntað at val í Stórabretlandi fór ikki at vera fyri enn í heyst í ár.
Kanningar benda annars á, at Labour-flokkurin kann vænta sær ein skriðusigur við komandi valið.
Sunak hevur havt postin sum forsætisráðharri Stórabretlands síðani 25 oktobur 2022.