Fleiri fólk hava latið lív í tveimum brestum á tveimum russiskum flogvallum í dag.
Sambært BBC brast ein tangabilur við ein flogvøll nærhendis býnum Ryazan, umframt at ein brestur eisini var við ein flogvøll í Saratov landslutinum.
BBC vil vera við, at trý fólk lótu lív í brestinum við Ryazan.
Tað er ikki greitt, hvat elvdi til brestirnar, og báðir flogvallirnir er langt frá markinum við Ukraina, men hildið verður, at russisk bumbuflogfør hoyra til annan flogvøllin.
Fylgisveinamyndir frá síðstu viku hava annars víst, at økt virksemi hevur verið á øðrum flogvøllinum í seinastuni.
Vladimir Putin, forseti, er kunnaður um brestirnar, váttar ein talsmaður fyri Kreml.
Samstundis boða ukrainskir myndugleikar frá í dag, at í minsta lagi tvey fólk hava latið lív í Zaporizhzhia av russiskum rakettálopum á býin.