Norski hópdrápsmaðurin, Anders Behring Breivik, hevur aftur nú stevnt norska statinum fyri brot á mannarættindi.
Tað gjørdi hann eisini í 2016, men tá varð staturin fríkendur í landsrættinum eitt ár seinni. Nú ger hann enn eina roynd og fyrsti rættarfundur var í gjár, men rættarfundirnir halda fram hesa vikuna.
Í 2022 søkti hann um at verða royndarleyslatin tí hann segði, at hann hevur tikið frástøðu frá harðskapi, men tað varð ikki gingið á møti.
Aftur hesa ferð ákærir Breivik norska statin fyri at bróta mannarættindini, tí hann situr so nógv avbyrgdur, sum hann ger, og hann vil sleppa at hava meiri samband við onnur.
Men norska kringvarpið, NRK, skrivar, at sálarfrøðingar ávara um, at Breivik er púra einki broyttur síðani hann framdi hópdrápini í Oslo og á Utøya 2011, tá ið hann drap 77 fólk, har nógv tey flestu vóru ungdómar á eini politiskari ungmannalegu á Utøya.
Sálarfrøðingarnir siga, at tað er framvegis stórur vandi fyri, at Anders Behring Breivík fer at fremja markleysan harðskap, tí hann hevur enn akkurát somu fascistisku sjónarmið, sum hann hevði í 2011. Hann vísir heldur ikki nøkur tekin um, at hann angrar sínar gerðir.
Fangavørðarnir føra dagbók yvir alt samskifti við Breivík og yvir alt hann sigur og ger í fongslinum og í einari av hesum samrøðum hevur hann sagt, at tað er neyðugt við meiri yvirgangi og hann stendur framvegis við hópdrápini í 2011, tí hann heldur ikki, at unfólk, sum eru politisk virkin, eru friðað fyri yvirgangi.
Annars siga NRK, at Breivik hevur munandi betri umstøður nú enn hann hevði tey fyrstu árini, hann hevur eina íbúð í fongslinum fyri seg sjálvan og har hevur hann bæði sjónvarpsstovu við telduspølum, køk, borðstovu, wc og baðirúm, venjingarhøli og ein lítlan garð.
Hann hevur tríggjar undulátar í íbúðini og hann hevur atgongd til bókasavnið í fongslinum. Hann hevur somuleiðis ein lítlan garð, har hann kann vera uttandura og hann sleppur at keypa mat, og annað, í handlinum í fongslinum.
Hann hevur størri fongsulskliva, og betri umstøður, enn nakar annar av fangunum, sigur NRK frá fongsulsleiðaranum.
Hann hevur eisini samband við aðrar fangar átta tímar um dagin og hann hevur tilboð um at fáa vitjunarvin tvær ferðir um vikuna, men tað er eitt tilboð, hann ikki hevur tikið av.
At hann vil hava meiri samband við onnur er bara eitt páskot fyri at fáa høvi at hitta síni samsintu á tí ytsta høgraveinginum og byggja eitt høgra-fascistiskt netverk upp, halda sakførararnir hjá norska statinum.