Tað letur til, at samgongan og sambandsflokkurin hava rokkið semju um, hvussu framtíðar gjaldsskipanin fyri alivinnuna skal vera.
Hvussu semjan sær út verður alment klokkan 13, tá ið tað er boðað til tíðindafundar.
Innbjóðingin til tíðindafund er henda:
Innbjóðing til tíðindafund um semju um tøkugjøld
Tit verða hervið boðin til tíðindafund um langtíðarsemju millum samgonguflokkarnar – Javnaðarflokkin, Tjóðveldi, Framsókn - og Sambandsflokkin um nýggja gjaldsskipan fyri alivinnuna.
Tíðindafundurin verður í Eysturstovu í Tinganesi í dag, 26. mars 2024, kl. 13:00.
Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, umboð fyri Sambandsflokkin og fyri samgonguflokkarnar leggja fram, og semjan verður undirskrivað.