Breið samgonga í Berlin

Høgra og vinstra og fótbóltur og hondbóltur eru á sama liði

Mynd: Beinir Johannesen
Jóannes Hansen
11. januar 2024 kl. 15:31

Millum føroysku fjeppararnar, sum í dag eru at síggja í Berlin, eru fleiri politikarar – bæði kommunupolitikarar og landspolitikarar.

Henda myndin vísir, at í dag ber alt til í Berlin. Fólkaflokkurin, Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin og harvið andstøða og samgonga eru á somu mynd.

Formaðurin í fólkaflokkinum Beinir Johannesen er strikuspælari á besta liðnum hjá Team Klaksvík. Hann hevur tó ikki – higartil í hvussu so er – verið í nánd av landsliðnum. Undir liðini á honum sæst pápabeiggi hansara Aksel V. Johannesen formaður í javnaðarflokkinum og løgmaður. Hann var í síni tíð spælari í KÍ, har hann spældi 37 dystir og skoraði trý mál í bestu deildini.

Triði maður á myndini er Bárður á Steig Nielsen formaður í sambandsflokkinum og fyrrverandi løgmaður. Hann var í síni tíð málverji á liðnum hjá VÍF.