Brasilia: ósannlíkt at finna tey saknaðu á lívi

Eini 200 fólk eru saknaði, eftir ein vatnbyrging brast.

Elisa Vang
26. januar 2019 kl. 12:13

Áleið 200 fólk eru saknaði, eftir at ein vatnbyrging brast við eina málmminu í landssynningspartinum av Brasilia. Tað skrivar BBC News á heimasíðu sína.

Bresturin hevði við sær eitt hav av runu og evju, sum jarðaði kafeteriuna hjá minuarbeiðarunum, har hundratals arbeiðsfólk sótu og ótu døgurða.

Romeu Zema, statsguversørur, segði, at lítil og eingin møguleiki var at finna fólk aftur á lívi. Higartil eru níggju fólk váttað deyð.

Enn er ikki greitt, hví vatnbyrgingin hjá størsta minufelagnum í Brasilia brast.

Óhappið hendi júst trý ár eftir at ein vatnbyrging brast í Mariana í Minas Greais, eisini í Brasilia. 19 deyðsføll stóðust av tí óhappinum.

 

Meira kann lesast um vanlukkuna í Brasilia HER