Stutt eftir kappingarbyrjan kom søgan fram, um at felagið Ajax Keypmannahavn ikki hevði tryggjað spælararnar í hópinum, sum er krav frá danska hondbóltssambandinum. Tá gravað varð í søgunum, var trupulleikin størri enn tey flestu hildu. Felagið hevði nógvar ógoldnar rokningar, og skyldaði eina milliónaupphædd.
Føroysku spælararnir Leivur Mortensen og Brandur Halgirsson hava seinastu tíðina spælt og vant í fullkomnari óvissu um hvat hendi dagin eftir.
Leikarar kunnu fara
Mikudagin skrivaði danska tíðindastovan TV2, at allir leikararnir hjá Ajax kundu sleppa úr sáttmálunum um teir vildu. Sambært formanninum í felagnum eru longu sjey leikarar farnir úr felagnum.
Brandur Halgirsson ásannar at hann eisini er farin at leita eftir einum øðrum staðið at spæla hondbólt.
– Eg havi tosað við ymisk feløg, men einki ítøkiligt er komið á borðið enn, sigur hann.
Óvissa valdar hjá øllum í felagnum
Brandur hevur spælt í felagnum í nøkur ár. Hann hevur fyrst og fremst myndað verjuna, og í fjør varð hann kosin ársins leikari av viðleikarum sínum. Nú veit hann ikki hvat framtíðin inniber.
– Tað er soleiðis at leiðslan ikki hevur hildið treytirnar í sáttmálunum, og so kunnu teir ikki halda leikarunum longur, sigur Brandur Halgirsson.
Brandur greiðir frá, at leiðslan ikki sær út til at hanga saman, og samskiftið millum leikarar og leiðslu er ikki til staðar.
– Vit fáa so gott sum einki at vita frá leiðsluni í felagnum. Hoyra tað mesta ígjøgnum miðlarnar, so eg veit ikki hvussu leingi teir ætla at geva okkum løn afturat, sigur hann.
Tveir møguleikar
Kreppan í Ajax er stór, og í næstu viku verður avgjørt hvussu leikur fer fram, restina av kappingarárinum. Møguleikarnir eru tvinnir.
Týsdagin skal felagið í rættin, og sum tað er líkt til nú fer felagið á heysin tann dagin. Tá skal skiftisrætturin avgerða um teir hava hildið avtalurnar sum eru gjørdar fyri nøkrum vikum síðan. Um felagið ikki hevur tað, verða allir leikarar loystir úr sáttmálunum, og felagið rykkir niður í niðastu deild. Tað vil so siga at føroyingarnir eftir øllum umstøðum mugu út at leita eftir nýggjum feløgum.
Um felagið klárar at hóra undan, og finnur pening til at gjalda rokningarnar, verður tað also uttan fleiri av stuðulsleikarunum. Tá kann felagið spæla kappingina lidna, og harvið berjast um at varðveita plássið í næstbestu donsku deildini.
Eftir øllum umstøðum fer tað at verða eitt hart kappingarár hjá føroyingafelagnum.
Kvinnurnar ikki raktar
Ajax Keypmannahavn hevur eisini kvinnulið í bestu donsku deildini. Har spæla tríggir føroyingar. Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, Súna Krossteig Hansen og Rakul Wardum. Kvinnuliðið og mansliðið eru hvør sítt lið tá tað kemur til tað fíggjarliga.
Lív, Súna og Rakul hava fingið eina góða byrjan upp á kappingarárið, og fíggjarliga støðan í kvinnufelagnum er góð, hevur felagið skrivað í tíðindaskrivið.