Brandur er toppskjútti móti Liktinstein

Málmunurin móti Liktinstein er í fimm dystum 17-5

Jóannes Hansen
22. mars 2024 kl. 17:02

Sjey ferðir hava Føroyar og Liktinstein dystast í fótbóltslandsdystum. Føroyar hava vunnið allar sjey ferðirnar, og samlaði málmunurin er 17-5.

Fyrsti dysturin varð spældur í høvuðsstaðnum í Liktinstein Vaduz 26. apríl í 2000. Føroyar vunnu 1-0, og Uni Arge var málskjútti. Føroyar vunnu brotsspark, sum Øssur Hansen sendi omanfyri málið. Hetta var í 57. minutti, tá ið støðan framvegis var málleysur javnleikur.

Hesin dysturin var vinardystur soleiðis, sum allir sjey dystirnir hava verið.

Brandur H. Olsen er føroyskur toppskjútti ímóti Liktinstein. Hann hevur skorað fýra mál.

Fyrri dysturin í 2002 var á Kypros 13. februar, og tann seinni var 21. august á Tórsvølli. Liktinstein var aftur á Tórsvølli 7. juni í 2021. Tá vunnu Føroyar 5-1. Viljormur Davidsen staðfesti sigurin við brotssparki.

Burtursæð frá fyrsta dystinum í Liktinstein í 2000, og teimum báðum, sum vóru í Føroyum, so eru hinir fýra dystirnir ímóti Liktinstein spældir á venjingarlegum sunnanfyri tíðliga á árinum.

 

2000

Liktinstein – Føroyar

0-1: Uni Arge

2002

Føroyar – Liktinstein

1-0: Uni Arge

2002

Føroyar – Liktinstein

3-1: Christian Høgni Jacobsen, Fróði Benjaminsen, Julian Johnsson

2016

Liktinstein – Føroyar

2-3: Brandur H. Olsen, Jóan Símun Edmundsson, Sølvi Vatnhamar

2018

Føroyar – Liktinstein

3-0: Kaj Leo í Bartalsstovu, Brandur H. Olsen, Sonni Ragnar Nattestad

2021

Føroyar – Liktinstein

5-1: Klæmint A. Olsen (2), Brandur H. Olsen (2), Viljormur Davidsen

2022

Liktinstein – Føroyar

0-1: Patrikk Johannesen