Brandur er aftur boðsendur

Landsliðsvenjarin hevur ikki givið Páll A. Klettskarð boð at vera við í landsdystunum ímóti Kekkia og Albania

Jóannes Hansen
5. juni 2023 kl. 10:44

Seinni í mánaðinum fer landsliðið at spæla á heimavølli ímóti Kekkia og Albania. Håkan Ericson hevur í morgun boðað frá, hvørum spælarum hann hevur sent boð eftir.

Millum hesar er Brandur Hendriksson Olsen, sum nú umboðar Fredrikstad, har hann er liðfelagi við Jóannes Bjartalíð, og har Mikkjal K. Thomassen er venjari.

-Tað er kærkomið, at Brandur H. Olsen er komin fyri seg aftur. Vit rokna ikki við, at hann verður millum teir fyrstu ellivu nú í summar. Møguleiki er fyri, at hann verður skiftur inn í nakrar minuttir, og so vóna vit, at Brandur í heyst verður førur fyri aftur at vera stuðulsspælari, sigur Håkan Ericson.

Toppskjúttin í føroyskum fótbólti Páll A. Klettskarð var undan norðoyastevnudystinum ímóti AB valdur aftur at vera besti spælarin í føroysku kappingini. Nú hava føroyskir serfrøðingar valt hann at vera besta spælara í kappingini í mars, apríl og í mai. Men landsliðsvenjarin hevur ikki sent boð eftir Páll A. Klettskarð:

-Eg havi tosað við Páll A. Klettskarð og sagt honum, hvussu landið liggur hesum viðvíkjandi. Í føroysku kappingini er KÍ mest í álopsstøðu, og tað ber við sær nógv innlegg, sum Páll umsetir til mál. Á landsliðnum er tað øðrvísi. Ti hava vit bara brúk fyri einum boksspælara, og har rokni eg framvegis Klæmint A. Olsen at vera tann fremsta, sigur Håkan Ericson.

Hinir báðir álopsspælararnir eru Petur Knudsen, sum av álvara er komin fyri seg og er á liðnum hjá Lyngby í superliguni, og so Jóan Símun Edmundsson, sum hevur verið nógv skaddur og ikki hevur spælt í belgisku landskappingini.

-Jóan Símun er komin fyri seg, og hann hevur vant regluliga seinastu nógvu vikurnar, og hann hevur eisini verið við í fleiri venjingardystum. Fyri hópin og venjingarnar hevur tað stóran týdning, at Jóan Símun Edmundsson er tøkur, hóast leikouturin hjá honum verður at verða skiftur inn, sigur Håkan Ericson.

Leygardagin 17. juni verður Kekkia mótstøðuliðið, og týsdagin 20. juni verður Albania gestur á Tórsvølli.

 

Málverjar

Teitur Matras Gestsson HB

Mattias H. Lamhauge B36

Bárður á Reynatrøð Víkingur

 

Verjuspælarar

Gilli Rólantsson Sørensen TB

Hanus Sørensen HB

Viljormur Davidsen HB

Ári Mohr Jónsson HB

Odmar Færø KÍ

Heini Vatnsdal KÍ

Gunnar Vatnhamar Víkingur Reykjavík

Sonni Ragnar Nattestad B36

Rógvi Baldvinsson Bryne IF

 

Miðvallarar

Jákup B. Andreasen KÍ

Andrass Johansen B36

Hannes Agnarsson B36

Mads Bo Mikkelsen KÍ

Jóannes Bjartalíð Fredrikstad IF

Sølvi Vatnhamar Víkingur

Stefan Radosavljevic Sligo Rovers

René Shaki Joensen KÍ

Brandur H. Olsen Fredrikstad

Ári Mohr Jónsson HB

Brandur Hendriksson Olsen Fredrikstad IF

 

Álopsspælarar

Klæmint A. Olsen Breiðablik

Petur Knudsen Lyngby BK

Jóan Símun Edmundsson Beveren