Bragi vann annað árið á rað

Spenningurin var serliga stórur undan kappingini í tvíspor 1. flokki

Bragi við Elisabeth Niclasen á baki
Áki Bertholden
20. juni 2023 kl. 10:24

Sólin skein oman og niðan, tá rossini skuldi renna kapp við Leynavatn leygardagin. Tað vóru eisini nógv fólk komin at hyggja at spennandi kappingini, sigur Føroya Ríðingarfelag.

Serliga stórur var spenningurin undan kappingini í Tvíspor í 1. flokki. Átta ross vóru meldaði til og hetta er tað mesta, sum hevur verið hesi seinastu mongu árini.

Tað gjørdist eisini ein sera hørð kapping. Í kappingini um fyrsta plássið var tætt og nrummar eitt tvey og trý komu úr trimum ymiskum riðlum. Tað var minni enn 0,6 sek ímillum eitt og trý, so tá var tað hent at hava neyva tøkni at styðja seg til.

Nummar eitt var sama ross sum vann ið fjør, Bragi av Eiði, hesaferð við Elisabeth Niclasen á baki. Nummar tvey var Silfa úr Havn við ungu Ása Bárðardóttir á baki. Hon vann sostatt silvur í fyrstu royndini ímillum tey vaksnu. Nummar trý var Thor úr Syðradali við Regin Johannesen. 

Størsti flokkurin var Trav. Tólv ross vóru við, vinnari gjørdist Grettir av Argjum við Halli Hansen sum reiðmanni, nummar tvey var Prinsessa úr Havn og Elisbeth Niclasen og nummar trý var Brita og Regin Poulsen úr Miðvági. Tvíspor ll flokk vann Hans Pauli Poulsen á Tindi. Í hinum flokkununum vóru vinnararnir: Tvíspor ung, Sirkill og Ranja K. H. Djurhuus. Skeið vann Stígur og Randarsól Heinesen og Tølt vann Sirkill við Ranju K.H. Djurhuus. Stuttleikakappingina vunnu Viti og Jóna Ólavsdóttir. 

Á talvununum niðan fyri eru øll úrslitini