Ljósmøður og serlæknar innan gynækologi og obstetrik á Familjudepilinum hava verið á skeiði um bráðfeingisstøður á føðistovum. Allir luttakarar fingu tilfar at fyrireika áðrenn skeiðið, og øll stóðu royndina á sjálvum skeiðnum og fingu skeiðsprógv.
Tað var Rannvá D. Christiansen, funktiónsleiðari á Barnakonueindini, ið stóð fyri fyrireikingunum. Innihaldið í skeiðunum var skipað við framløgum og praktiskum venjingum.
Undirvísarar komu úr Danmark, Noregi og Svøríki
- Stine Leenskjold, yvirlækni, og Birgitte Dahl, deildarljósmóður úr Aalborg, Danmark.
- Betina Ristorp Andersen, yvirlækni, Nordsjællands Hospital, Danmark.
- Tone Løvvik, yvirlækni, Trondheim, Noreg.
- Emelie Ottosson, yvirlækni, Skövde, Svøríki.
Vit fegnast um, at tað eydnaðist at fyriskipa skeiðið, ið er stuðlað av Rynkeby Føroyum. Alt gekk ómetaliga væl og luttakararnir vóru stak væl nøgdir.
Undirvísararnir vóru fegnar um fyriskipan, hølisviðurskifti, eldhugin hjá okkara leiðarum og starvsfólkum, og yvirhøvur um at vera í Føroyum.