Boykotta nú Tjóðpallin

Leiklistafylkingin 2020 hevur í kvøld gjørt av at boykotta Tjóðpall Føroya. Kravið er, at áramálssetingin skal virðast. Uttan at tað beinleiðis stendur í skrivinum tykist tað vera eitt krav, at nýggjur stjóri skal til

Sveinur Tróndarson
8. oktober 2020 kl. 20:32

Ósemjan á Tjóðpalli Føroya gjørdist í kvøld upp aftur ógvusligari.

Fyri lítlari løtu síðan kom skriv frá Leiklistafylgingini 2020, sum sigur at fylkingin frá í kvøld at rokna, lýsir boykott av Tjóðpalli Føroya.

Í skrivinum stendur, at áramálssetingin skal virðast, og at Leiklistarfylkingin 2020 hevur mótmælt setandini á Tjóðpalli Føroya síðan 31. nars í ár.

- Tað er grundleggjandi skeivt og fakliga óforsvarligt at sami stjóri skalmynda leiðsluna á Tjóðpalli Føroya í samanlagt 20 ár – sama hvør persónurin er.

Ongar eftirmetingar eru gjørdar av stovni, virkistreytum, lista- og handverksligum støði, samstørvum, arbeiðsumstøðum og -umhvørvi á Tjóðpallinum.

Fáir fundir hava verið, har Leiklistaráðið og økið hava verið savnað og eingin av hesum fundum hevur havt fakliga nóg viðkomandi fokus.

Ongar eftirmetingar eru gjørdar av samstørvum, sum bólkar og leikhús hava havt við Tjóðpallin.

Og Leiklistaráðið hevur ongantíð vent sær til teir bólkar ella tey leikhús, sum tey gera til- og frámæli um stuðul til og skuldu varða av.

Sum tað hevur verið frammi, millum annað í dagsins blaði, so er stóri trupulleikin sambært Leiklistafylkingini 2020, at Jenny C. Petersen varð sett aftur í starv sum stjóri á Tjóðpalli Føroya, og tað framgongur eisini av skrivinum, har boykottið verður lýst.

Har staðfestir fylkingin, at starvslýsingin var merkt av, at Leiklistaráðið vantar innlit í, hvussu tílíkar starvslýsingar vera gjørdar. Tíðarætlanin fyri stjórasetanina er ikki løgd til rættis á ein hátt, sum á yrkisleikhúsum, so hon tryggjar eina góða og smidliga yvirgongd. Her hugsa tey serliga um, at fráfarandi stjóri kann handa fyrisitingina yvir til ein nýggjan stjóra og læra viðkomandi upp.

Eisini finst Leiklistafylkingin at Leiklisstaráðnum, sum sigur, at “Setanarsamrøður vórðu skipaðar eftir siðbundnum leisti. Í teirra eygum ber ikki til at hava ein siðbundnan leist, tá Tjóðpallurin bara er 15 ár. Og tey leggja afturat, at leisturin, sum verður brúktur her, líkist ikki siðvenjum á yrkisleikhúsum aðrastaðni.

At enda finnast leikararnir á, at einki starvfólkaumboð hevur verið í ráðnum síðan februar í fjør, og tí hevur einki starvsfólkaumboð verið við til at orða starvslýsingina og heldur ikki verið við í fyrstu umførunum av setanarsamrøðunum.

Seinasta atfinningin móti Leiklistaráðnum snýrs eg um, at ráðið grundgevur fyri setanini við samstørvum við bólkar og leikhús í Leiklistafylkingini.

- Men bólkarnir eru ongantíð spurdir, hvussu hesi samstørv hava verið.