Toftamenn og fuglfirðingar hava fingið eina serstakliga vánaliga byrjan í Betri deildini hjá monnum. Eitt stig í átta dystum er úrtøkan hjá báðum liðum. Í kvøld møtast liðini í síðsta dystinum í níggjunda umfari.
Talan er tí um ein veruligan gysara, har hvørki av liðunum hevur ráð at tapa. EB/Streymur liggur á áttanda plássi, beint omanfyri niðurflytingarstrikuna, við fýra stigum, so um annað liðið megnar at vinna í kvøld, leggur tað seg undir liðina á sundalagsmonnum.
Skála liggur á sjeynda plássi við 10 stigum, so í løtuni er tað líkt til, at niðurflytingarstríðið fer at standa ímillum EB/Streym, B68 og ÍF.
Dysturin á Svangaskarði í kvøld verður bríkslaður í gongd klokkan 18.
9. umfar í Betri deildini
2 | 1 | ||
0 | 3 | ||
4 | 1 | ||
1 | 0 | ||
- | - |
Stigatalvan - Betri deildin menn
1 | 9 | +19 | 24 | |
2 | 9 | +14 | 24 | |
3 | 9 | +12 | 21 | |
4 | 9 | +8 | 18 | |
5 | 9 | +3 | 14 | |
6 | 9 | -6 | 11 | |
7 | 9 | -4 | 10 | |
8 | 9 | -7 | 4 | |
9 | 8 | -13 | 1 | |
10 | 8 | -26 | 1 |