Stórabretland er í løtuni hart rakt av ódnini Eunice, og fleiri fráboðanir um stórar skaðar eru eru at hoyra.
Millum annað sigur BBC, at stórfingna O2 arena í London hevur fingið skaða í takkonstruktiónina, og fleiri staðni í landinum hava verið flóðávaringar, ið kortini eru linkaðar nakað.
Men ódnin hevur eisini havt avbjóðingar fyri flogferðsluna, men hóast hetta er flogferðslan um Heathrow framvegis opin.
Youtube kanalin Big Jet TV er á Heathrow og hevur seinastu seks tímarnar live-streamað frá lendibreytini, meðan stóru flogførini koma sveiggjandi gjøgnum luftina og seta seg á lendibreytina.
”BOSS!”, ”Come on, son!”, og ”He’s down, he’s up, he’s down!” sigur maðurin við myndatólinum, sum týðiliga hevur stóran áhuga fyri bæði flogførum og flogferðslu.
Harumframt veit frásøgumaðurin eisini at siga, hvørji flogfør talan er um, og hvagani tey koma. Undirhaldandi er tað í øllum førum.
Fylg við í beinleiðis stroyminum hjá Big Jet TV niðanfyri.