Bosnia-Herzegovina er í vanda fyri at fara í uppsloysn

Politiska støðan í Bosnia-Herzegonvina er spent, nú bosniak-serbin Milorad Dodik hevur hótt við meira sjálvstøðugum serbiskum parti. ST umboðsmaðurin í Bosnia-Herzegovina er stúrin og óttast nýggjan etniskan ófrið.

Steinar Patursson
3. november 2021 kl. 12:35

Vandi er fyri, at tað aftur endar við borgarakríggi í Bosnia Herzegovina.

So bersøgin er umboðsmaðurin hjá ST, týski Christian Schmidt, í nýggjari ST frágreiðing fyri Bosnia-Herzegovina.

Í frágreiðingini sigur Schmidt, at landið er í vanda fyri detta sundur, og at sannlíkindini fyri samanbrestur eru stór.

Tað er serliga ein maður, ið fær ókoyringar fyri at royna at slíta landið sundur, og tað er ein av teimum trimum í triumviratinum, trýbýtta forsetaembætinum, í Bosnia-Herzegovina, bosniski serbin Milorad Dodik.

Milorad Dodik hevur seinastu vikurnar hótt við at taka serbiska partin av Bosnia-Herzegovina, Republika Srpska, úr skatta-, heilsu- og hernaðarsamstarvinum í landinum.

Í kjalarvørrinum av borgarakrígnum í Bosnia frá 1992 til 1995, sum kostaði um 100.000 fólkum lívið, varð forsetaembætið býtt í trý. Tveir limir – ein bosniakur og ein kroatur, verða valdir úr Bosnia-Herzegovina, meðan triði verður valdur úr Republika Srbska.

Og tað er Milorad Dodik, sum umboðar serbiska partin í forsetaembætinum, sum nú vil hava størri sjálvsavgerðarrætt og vald í Republika Srbska, og hóast hann ikki hevur beinleiðis gjørt greitt, at Republika Srbska skal loysa seg frá Bosnia, óttast eygleiðarar, at talan kann vera um at stovnsseta serbiska herin í Bosnia av nýggjum.

Christian Schmidt sigur sambært BBC, at ætlanirnar hjá Dodik eru ein ”eksistentiell hóttan” móti landinum.

Stríðið í Bosnia-Herzegovina tók seg upp, eftir at Bosnia-Herzegovina lýsti seg sum eitt sjálvstøðugt land, tá fyrrverandi Jugoslavia var farið í upploysn. Bosnia-Herzegovina er yvirskipað samansett av bosniskum muslimum, ortodoksum serbum og katólskum kroatum, og ein stórur partur av serbiska fólkinum boykottaði fólkaatkvøðuna í 1992, har atkvøtt var fyri einum sjálvstøðugum Bosnia, og har ein ætlan um at býta Bosnia-Herzegovina upp í landslutir varð slept.

Úrslitið gjørdist, at serbar við Radovan Karadzic á odda og við hjálp frá Serbia savnaðu hermenn at tryggja serbiskt økið. Ófriðurin spjaddist skjótt kring alt landið og endaði við etniskari útreinsan, har hópdrápið í Srebrenica og kringsetingin av Sarajevo ivaleyst eru tey mest kendu.

Friður kom í lag við Dayton avtaluni í 1995, ið skipaði landið í tveir partar av somu eind – Bosnia-Herzegovina og Republika Srbska – og sum eisini tryggjaði øllum trimum fólkabólkunum innivist í stjórnini við einum umboði fyri hvønn fólkabólk í forsetaembætinum.

Politiska skipanin í Bosnia-Herzegovina hevur kortini áhaldandi verið fyri atfinningum um korruptión og etniskari favorisering.

Dodik hevur fleiri ferðir áður róð uppundir, at Republika Srbska skal loysa frá Bosnia-Herzegovina, men hesaferð eru hóttanirnar ítøkiliggjørdar við, at Republika Srbska skal taka seg úr teimum trimum statsinstitutiónunum.

Harumframt hevur Dodik eisini gjørt greitt, at um uttanfyristandandi leggja seg upp í innanhýsis ósemjur og stríð í Bosnia-Herzegovina, fær hann hjálp frá sínum ”vinum”, ið av eygleiðarum verður mett at vera ein tilsiping til Moskva og Beograd.