Børsen Gazelle 2021: Stórur heiður til FarPay

Gjaldsfyritøkan, sum fyri tveimum árum síðan varð kosin ársins íverkseti í Føroyum, er nú kosin Børsen Gazelle 2021, sum danska blaðið stendur fyri

Sveinur Tróndarson
18. oktober 2021 kl. 10:51

- Tað er eitt stórt herðaklapp til okkara ágrýtnu starvsfólk, ið leggja nógva orku í at skapa tær tænastur, sum hava givið okkum stóran vøkstur og viðgongd hjá okkara kundum og teirra gjaldarum. Vit eru ógvuliga stolt av at verða kosin til “Børsen Gazelle”.

Tað sigur Sámal Samuelsen, stjóri í FarPay, nú danska blaðið Børsen hevur gjørt av at geva føroysku gjaldsfyritøkuna, FarPay, henda heiðurin í ár.

- At blíva kosin “Gazella” hevur ikki verið eitt mál í sær sjálvum, men tað er eitt tekin um at úrslitini vit hava nátt seinastu árini eru sera góð. Og vit stríðast áhaldandi fyri at økja vøksturin og blíva Gazella aftur næsta ár. Tí hava vit sett fleiri nýggj starvsfólk, bæði í Føroyum og Danmark, og er starvsfólkatalið tvífalda seinasta árið, so vit hava orku til at renna móti nýggjum málum, og enn fleiri framkomnum og brúkaravinarligum loysnum, sigur Sámal Samuelsen í tíðindaskrivingum, sum felagið hevur sent út í dag.

Og tað er júst vøksturin, sum er grundarlagið fyri Gazelle-virðislønini, at fyritøkan skal vaksa samanhangandi ár eftir ár, og í minsta lagi tvífalda umsetningin ella bruttoúrslitið seinastu fýra árini.

Tað at henda tilnevningin kemur beint nú, er ein sigur í sær sjálvum fyri FarPay. Árið í fjør var rættiliga serligt av tí at koronafarsóttin rakti allan heimin, og tað hevði við sær, at fleiri fyritøkur mistu fótafestið.

Tað gjørdi FarPay ikki, tí bæði tá tað snýr seg um tal av kundum og tá tað snýr seg um umsetning, hevði felagið undanvind í fjør. Í Havn er felagið millum annað flutt í nýggj høli, har rúmer fyri enn meira vøkstri, skrivar felagið í tíðindaskrivinum.