Børnini í Hovi og Fámjin sleppa at halda fram á Tvøroyri

Fyrr í ár varð talan annars um, at tey máttu halda upp at

Dagstovnurin á Tvøroyri er inni við vøllin við Stórá. Myndin er frá Tórshavnar Kommunu
Áki Bertholdsen
3. oktober 2024 kl. 13:50

Tað er nú greitt, at børnini í Fámjin og í Hovi sleppa halda fram í dagstovninum, Mýrifípuni á Tvøroyri.

Fyrr í ár fingu tey annars at vita, at barnagarðurin fór at verða fullur í heyst og at foreldur á Tvøroyri máttu fáa fyrsta sætt at fáa pláss.

Tí fingu foreldur í Hovi og í Fámjin freist til 1. oktobur at finna eina aðra loysn.

Men nú boðar Tvøroyar Býráð frá, at avtalan ímillum Tvøroyri, Hov og Fámjin um barnaansingina, er longd. 

Avtalan er longd í trý ár og tað merkir, at foreldur í Fámjin og í Hovi fara framvegis at hava børnini á dagstovninum á Tvøroyri. Avtalan kann sigast upp við eini freist upp á 12 mánaðir. 

Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, sigur, at síðani í summar, eru barnafamiljur flutt úr Tvøroyrar Kommunu og tí verður framvegis pláss fyri børnunum úr Fámjin og úr Hovi.

Samstundis hevur Tvøroyrar Býráð heitt á borgarstjóran um at kanna møguleikarnar fyri at byggja barnagarðin út.

Borgarstjórin tað fer arkitekturin nú at kanna, men hann sigur, at sum heild verður tað eingin trupulleiki, tí har er nokk av plássi, eisini uttan fyri.

Umleið 160 børn hoyra til barnaansingarøkið í Tvøroyrar kommunu, sum eisini umfatar Hov og Fámjin, og gott 100 teirra halda til á Mýrufípuni. Hini eru í frítíðarskúla og forskúla.

Allir tríggir borgarstjórarnir eru fegnir um, at hetta kom í lag, tí børnini hava gingið í barnagarðin og eru fallin til har. Samstundis hava foreldur í Fámjin og í Hovi fingið trygd fyri, at tey fáa børnini í barnaansing.