Sernám hevur í skrivi til allar dagstovnar boðað frá, at stovnurin, orsakað av skerdari starvsfólkaorku, skerjir sernámsfrøðiligu og sálarfrøðiligu ráðgevingina á dagstovnaøkinum fram til juni 2023. Tað hevur við sær, at børn á dagstovnaøkinum ikki fáa sernámsfrøðiliga og/ella sálarfrøðiliga hjálp, uttan so at starvsfólk ella foreldur teirra hava gjørt vart við hetta, áðrenn fráboðanin bleiv send út.
Við hesum verður møguleikin at seta tíðliga inn hjá børnum við serligum tørvi nógv skerdur, og ávirkar hetta møguleikan hjá teimum at mennast og trívast á jøvnum føti við onnur børn.
Víst verður tó á, at Sernám framvegis fer at veita ráðgeving innan talu- og málmenningarøkið (logopedi/audiologopedi) umframt innan rørslu- og sansamenningarøkið (ergoterapi/fysioterapi). Men við fráboðaðu skerjingini verða hesi tilboðini eisini avmarkaðið, tí trupulleikarnir hjá fleiri av børnunum ofta eru sera samansettir og krevja ein tvørfakligan innsats. Sernámsfrøðilig ráðgeving er – ella eigur at vera – ein ógvuliga týðandi og sentralur partur av ráðgevingini.
Hvør eigur ábyrgdina av børnunum?
Tað er ein ólukka fyri okkara øki, at vit ikki hava eina støðugt vælvirkandi og funktionella ráðgeving, ið kann veita góða landsumfatandi og dygga tvørfakliga ráðgeving og hjálp til tey, sum eru um børn, ið hava menningarligar avbjóðingar. Vit hava merkt, at ráðgevingin til smábarnaøkið miðvíst er niðurlagað á Sernámi seinastu árini. Orsøkin skal helst partvíst finnast í ógreiða lógarverkinum, ið loyvir øllum at sparka bóltin frá sær, meðan landsstýrismaðurin við ábyrgdini bara hyggur at! Tað er Landsstýrismaðurin í mentamálum, sum hevur yvirskipaðu námsfrøðiligu ábyrgdina av dagstovnaøkinum.
Nakrar kommunur hava partvíst loftað hesum við at stovna sína egnu námsfrøðiligu ráðgeving. Her megna tær minnu kommunurnar ikki at vera við, og tað er tí rættiliga ymiskt, hvussu ráðgevandi landslagið um eitt barn sær út. Afturat kommunalu tilboðunum síggja vit eisini, at onkrar kommunur eru farnar at keypa sær ráðgeving frá privatum aktørum, umframt at Almannaverkið veitir ráðgeving til børn, har høvuðsdiagnosan er Autisma og/ella ADHD.
Hvat er endamálið hjá Sernámi?
Sernám hevur verið undir bygnaðarbroytingum í nøkur ár, og vit hava ikki eina klára mynd av, hvussu ætlanin er at lofta ‘okkara’ børnum, ið ofta hava tørv á nógvari hjálp og ráðgeving. Heldur ikki hevur hvørki Sernám ella Uttanríkis- og Mentamálaráðið, ið varðar av stovninum, sett orð á, um langtíðarætlanin er, at ráðgevingin til børn við stórum tørvi á hjálp skal betrast, koyrast út til kommunurnar, eitt annað ráð, ella um ætlanin er onkur heilt onnur. Men givið er, at økið verður alt meira sundurpettað og trupult hjá brúkaranum at finna runt í.
Á teirra heimasíðu lýsir Sernám endamálsorðingina hjá stovninum soleiðis:
“Sernám er ein landsumfatandi stovnur, sum arbeiðir við børnum og ungum í aldrinum 0-18 ár, ið tørva hjálp til menning, læring og trivnað. Grundað á servitan innan ergo- og fysioterapi, sálarfrøði, sernámsfrøði, sjón og talu verður samstarvað við starvsfólk á dagstovnum og skúlum og foreldur/avvarðandi um at skapa felagsskapir, har børn kunnu trívast, læra og mennast.”
At Sernám ikki megnar, vil, ella kann arbeiða eftir egnari endamálsorðing hevur keðiliga ávirkan á dagstovnaøkið, sum frammanundan er undir høgum trýsti. Tað er ásett við lóg, at børn við serligum tørvi hava rætt til tilboð um pláss á dagstovni og dagrøkt á jøvnum føti við onnur børn. Hendan lógin verður javnan brotin, tí stovnar ikki hava fólk ella umstøður at taka sær av serligum avbjóðingum. Tað er ikki ringt at ímynda sær, at væntandi ráðgeving er við til at ávirka trivnaðin hjá starvsfólkunum, og fær tey at leita burtur frá økinum.
Føroyar eitt samfelag í serflokki
Vit heita staðiliga á myndugleikarnar um at fáa skil uppá hetta økið, og rudda upp í ógreiða ábyrgdarbýtinum. Vit kunnu ikki liva við, at børn detta niður ímillum. Vit kunnu ikki liva við einum stovni, sum á pappírinum sigur seg veita eina tænastu, men sum í praksis niðurlagar tænastuna, og sleppur børnunum uppá fjall. Vit kunnu ikki liva við, at tað er mismunur á tænastunum í teimum ymisku kommununum. Vit kunnu ikki liva við, at ávísar diagnosur fáa framíhjárætt. Vit kunnu ikki liva við, at ábyrgdarmyndugleikin vendir blinda eyga til, og letur tilvildina ráða!
Nú løgtingsval er fyri framan, kundi tað verið hóskandi at mint okkara fólkavaldu á føgru orðini, sum eru niðurfeld í seinasta samgonguskjal, at Føroyar skulu gerast eitt samfelag í serflokki. Á serøkinum er langur vegur til serflokk, og alneyðugt at fáa ordilig viðurskiftir á smábarnaøkinum.
Vinaliga
Marjun Lützen
Dagligur leiðari, Javni