Børn við byrsum

190.000 børn í aldrinum 8-18 ár hava meldað seg inn í ungdómsherin í Ruslandi, Junarmija, skrivar DR á heimasíðuna...

Elisa Vang
12. februar 2018 kl. 14:19

190.000 børn í aldrinum 8-18 ár hava meldað seg inn í ungdómsherin í Ruslandi, Junarmija, skrivar DR á heimasíðuna.

Russarar kenna seg hóttan av Vesturheiminum og NATO. Russiska stjórnin raðfestir fosturlandskærleika frammaliga, og tí stovnaði verjuráðharrin, Sergej Sjojgu, Junarmija fyri áleið tveimum árum síðani. Junarmija gevur børum og ungum eina hernaðarliga grundútbúgving, og harvið eisini ein alsk fyri móðurlandinum.

- Vit undirvísa fólki í, hví man eigur at fara í herin. Tað er ikki bara tað, at tað skal vera tvungið, men ein innara, andalig støða - at man hevur hug til at liva upp til sínar skyldur til sítt móðurland, sigur Grigorij Jarosjenko, sum er instruktørur i Junarmija, við DR Nyheder.

Kelda: dr.dk