Vinnulívsmaðurin, Elon Musk, hevur nógv jørn í eldinum. Hann er maðurin handan kendu fyritøkuna, Tesla, ið framleðir el-bilar. Harafturat røkir hann stjóra- og nevndarsessir í fyritøkum so sum SpaceX, OpenAI og Neuralink.
Hann hevur tískil fingurin á pulsinum tá tað kemur til vitan um tøkni, kunstiga intelligens og nýhugsan. Hesa vitanina vil hann nú nýta til at gera útbúgving atkomiliga fyri børn um allan heimin. Tað skrivar blaðið Forbes Magazine.
Sambært tølum hjá UNESCO eru umleið 250 milliónir børn í heiminum, ið ikki hava atgongd til útbúgving, og sum hvørki duga at lesa, skriva ella rokna.
Elon Musk hevur latið 15 milliónir dollarar til kappingina, Global Learning XPRISE, ið hevur til endamáls at menna tøkni, ið skal geva børnum møguleikan at læra seg sjálvi at lesa, skriva og rokna. Kappingin hevur havt nógvar fyritøkur meldaðar til, og nú eru fimm finalistar valdir út at kappast um bestu frálærutøknina. Fyritøkurnar kallast millum annað CCI, Kitkit School og RoboTutor. Hesar fimm fyritøkurnar skulu gera feltarbeiði í Tanzania í Afrika, har tey kanna ta framleiddu tøknina og síggja hvussu hon riggar í veruliga lívinum. Umleið 4000 børn í Tanga-økinum í Tanzania, fáa teldlar at royna tøknina á. Teldlarnir hevur fyritøkan Google latið kappingini.
Kappingin Global Learning XPRISE samstarvar við UNESCO og World Food Programme.