Í dag, 28. mars, byrjar FRÍTT FLOG – Festivalur fyri børn og ung í Norðurlandahúsinum. Hetta merkir, at hendan vikan, frá mánadag til sunnudag, er á tremur við mentanartilboðum til børn og ung – men eisini at børn og ung sjálvi fara á pallin at framføra.
29. mars, kl. 14, framføra snúningsbólkar frá Tórshavnar Musikkskúla. Í staðin fyri at víga seg til eitt ávíst ljóðføri, hava børnini í hesum bólkunum lært seg at spæla fleiri ljóðføri, og hetta vísa tey fram á konsertini.
30. mars, kl. 14, framførir barnakórið Nova á útseldu konsertini føroyskar barnasangir um árstíðirnar, náttúrina og tað góða lívið. Kórið fer eisini at syngja saman við áhoyrarunum, sum hendan dagin skulu læra at syngja í kanon.
31. mars, kl. 14, traðkar Anna Hüdepohl og hennara 11 næmingar úr Tórshavnar Musikkskúla á pallin fyri at vísa ríka tónleikaheimin sum eitt akkordeon megnar at skapa – um ein bara handfer tað á rættan hátt.
Og 1. apríl, kl. 14, sleppa vit at hoyra teir 2 bólkarnar, sum gjørdust nr. 1 og 2 í tí yngra bólkinum (undir 18 ár) í tónleikakappingini Stella Polaris. Bæði iKai, ið vann fyrstapláss, og Maria Petersdóttir Gaardbo, ið vann annaðpláss, fara á pallin.
Festivalurin bjóðar eisini upp á sirkus, dans, sjónleik, verkstovur, konsertir o.s.fr. Skráin sæst á nlh.fo.