Ongi úrslit

Korona: Børn og starvsfólk í barnagarðinum í Fríðriksgarði skulu í sóttarhald í tíggju dagar

Barnagarðurin í Fríðriksgarði í Havn verður stongdur fram til 17. mai, tí øll børn og starvsfólk í barnagarðinum skulu í sóttarhald. Hetta, tí foreldur at einum barni hava fingið staðfest koronu

Sigurjón Einarsson
5. mai 2021 kl. 14:46

Nýggjastu tølini hjá Landslæknanum søgdu í dag, at tað vórðu tríggir nýggir tilburðir av koronu staðfestir í gjár. Talan er um innlendissmittu, sum hevur samband við tann eina tilburðin fyrradagin.

Smittusporingin er farin í gongd, og í hesum sambandi hevur Landslæknin avgjørt, at øll børn og starvsfólk í barnagarðinum í dagstovninum Fríðriksgarður í Havn skulu í sóttarhald í tíggju dagar.

Landslæknin hevur givið boð um, at tey, ið eru send í sóttarhald, skulu lata seg kanna á fjórða og sætta degi, umframt at foreldur lata seg kanna.

Barnagarðurin letur upp aftur mánadagin tann 17. mai.

Av tí, at tey, sum eru staðfest positiv við koronu, ikki hava verið í samband við onnur starvsfólk og børn - enn tey í barnagarðinum - so hava vøggustovurnar opið sum vanligt.

Fakta:

Dagstovnurin Fríðriksgarður læt upp 1. mars 2019. Bygningurin er gamli Brúni Skúli. Alt innan er gjørt av nýggjum.

Á stovninum eru fýra stovur; tvær vøggustovur og tvær barnagarðsstovur. Stovnurin er ætlaður til 64 børnum.

Á Fríðriksgarði starvast 15 starvsfólk. Millum hesi eru tveir námsfrøðingar og 13 hjálparfólk.

Mest lisið hesa vikuna

Ein muslimskur depil er ein miðil til innflyting av islam

31. desember 2025 kl. 14:02

Nú bleiv brádliga púra lógligt at skjóta fýrverk í kvøld

30. desember 2025 kl. 15:38

Skumpaður umkoll av kongaligum lívverja

1. januar kl. 20:51

Summa staðni í landinum er best at framskunda nýggjárshaldið til í kvøld

30. desember 2025 kl. 10:08

Moské? moské ikke?

2. januar kl. 19:00

Árið, ið fór - í Gasa og Ísrael (fyrri partur)

1. januar kl. 10:06