Børn og Havstovan á Sjómannadegnum

Aftur í ár luttóku granskarar á Havstovuni á Sjómannadegnum í Klaksvík.

Ragnar Sjúrðarson
20. august 2024 kl. 13:20

Havstovan:

Aftur í ár luttóku granskarar á Havstovuni á Sjómannadegnum í Klaksvík. Uppgávan var at kanna fisk, sum børnini høvdu fiskað fríggjakvøldið, tá fiskikapping varð fyriskipað.

Tað vóru Eydna í Homrum, Petur Steingrund og Jens Arni Thomassen, sum vegna Havstovuna kannaðu fiskin, sum børnini høvdu fiskað í fiskikappingini.

Nógv fólk vitjaðu básin, serliga børn, og tað ger tað eyka hugaligt. Børnini hugdu at, meðan fiskur varð kruvdur og innvølirnir kannaðir, umframt at nytrur vórðu tiknar. Nógv varð prátað og og prátið snúði seg einamest um føði og aldur hjá fiski og aldursgreiningarnar, sum Havstovan regluliga ger.

Á myndini vísir Eydna í Homrum, fiskifrøðingur, hvussu Havstovan kannar fisk.