Ísrael er byrjað at koppseta síni børn í aldrinum millum fimm og 11 ár fyri koronu. Harvið verður landið eitt av teimum fyrstu at geva so ungum børnum prikið.
Tað skrivar Ritzau via Berlingske.
Grundin til, at ísraelar nú er farin at koppseta síni børn er at sleppa undan einari nýggjari smittubylgju.
Forsætisráðharrin Naftali Bennett ávarar nú um, at landið nú upplivir eina “barnabylgju” av koronasmittuni. Helvtin av teimum, ið eru skrásett smittaði, hava verið børn undir 11 ár, skrivar hann á Facebook.
Tey fyrstu prikini við Pfizer/BioNTech til børn millum fimm og 11 ár vórðu givin mánadagin.
Heilsumyndugleikarnir í Ísrael hava hugt eftir royndunum úr USA, har tey fyrst í november byrjaðu at koppseta tey fimm til 11 ára gomlu, og hetta hevur nú fingið myndugleikarnar í Ísrael at gera tað sama.
Seinastu tíðina hevur Ísrael eisini upplivað nógvar smittutilburðir vegna Delta-frábrigdið, og tí hevur landið eisini mælt sínum íbúgvum at fáa sær eitt booster-prik.
Tað búgva 9,4 milliónir fólk í Ísrael. 1,2 milliónir av hesum eru børn millum fimm og 11 ár.
Sambært einari nýggjari kanning, so ætla 38 prosent av teimum spurdu foreldrum ikki at lata børn síni – millum fimm og 11 ár – koppsetast fyri koronum. 41 prosent ætla meðan 21 prosent ikki hava tikið støðu.