Børn kunnu kvalast at hesum góðgætinum

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar ímóti, at vandi er fyri, at børnini seta tað í hálsin

Áki Bertholdsen
28. oktober 2023 kl. 10:46

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti einum slagi av góðgæti, sum eisini er at fáa í Føroyum.

Heilt ítøkiliga er takan um Jelly Strip - Jelly rør.

Tað eru Jelly strip við tilsetingarevnunum E407, E410 og E415, sum ávarað verður ímóti bommini hava ein konsistens sum ger, at vandi er fyri at børn kunnu seta bommini í hálsin.

Talan er um Jelly Strip -Jelly rør - fleiri fruktsmakkir.

Nettovekt: 200 g

Best fyri: Øll dato

EAN-strikukota 4710298221051 

 Talan er eisini um Jelly Strip -Jelly rør - fleiri fruktsmakkir

Nettovekt: 300 g

Best fyri: Øll dato

EAN-strikukota: 54710298221129

Hvar er vøran seld?

 Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at tað eru tilsetingarevnini, E407, E410 og E415, sum gera, at vandi er fyri, at hetta slagið av góðgætu setir seg fast í hálsin á børnunum, so at tey kvalast.

Heilsufrøðiliga starvsstovan mælir fólki, sum eiga hetta inni, um at koyra tað í skrell, ella at fara aftur við tí í handilin, haðani tað er keypt.