Í gjár fekk Heðin Mortensen, borgarstjóri eina heldur sermerkta vitjan á ráðhúsinum á Vaglinum í Havn.
Tórshavnar Býráð sigur, at tað vóru børn á dagstovninum, Lítlaskógi, sum vóru farin at vitja borgarstjóran og við sær høvdu tey eitt bræv, tey høvdu skrivað honum, tí tey vilja hava hann at gera nakað fyri tey.
Í brævinum skriva tey, at teimum dámar væl at vera út og spæla fótbólt. Men tey siga, at plenan er asfalt og tí er tað ofta, at tey skursla knø og albógvar, og onkur eisini hevur fingið snudd í høvdið.
Tí heita børnini á borgarstjóran um at fáa graslíki á vøllin.
Heðin Mortensen, borgarstjóri segði við tey, at nú fer hann at hyggja upp á tað.
– Tað er hugaligt, at børnini gera vart við viðurskiftini. Eg fegnist eisini um, at at starvsfólk og foreldur hjálpa børnum at brúka okkara demokratiska samfelag, millum annað við at skriva eitt mótmælisskriv, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.