Børn hava rættindi

Sambært altjóða barnarættindasáttmálanum, sum Føroyar hava tikið undir við, hava børn rætt til at koma til orðanna og frítt at greiða frá sínum sjónarmiðum

Barna- og útbúgvingarmálaráðið
2 tímar síðan

Á altjóða barnarættindadegnum tann 20. november var Norðurlandahúsið fult av børnum.Umboð fyri øll næmingarráð í fólkaskúlanum kring landið vóru boðin í Norðurlandahúsið at hoyra Barnaumboðsmannin, Hannu Vang, greiða frá, at sambært altjóða barnarættindasáttmálanum, sum Føroyar hava tikið undir við, hava børn rætt til at koma til orðanna og frítt at greiða frá sínum sjónarmiðum. Hetta er sambært grein 12 í sáttmálum, har dentur eisini verður lagdur á aldurin á barninum, og hvussu búgvið tað er.

 Skipað var fyri kreativum verkstovum, har børnini á fjølbroyttan hátt viðgjørdu rættindini, sum børn hava.

Tað er Barnaverkætlanin í samstarvi við Undirvísingarstýrið, Nám, Barnabata og Barnaumboðsmannin, sum hevur staðið fyri tiltakinum, sum lesandi á Námsvísindadeildini á Setrinum, eisini hjálptu við til.  

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, hevði eina heilsan til børnini, har hann vísti á munin millum at hava rætt og at hava rættindi. Øll hava rættindi til at siga sína meining, men skulu eisini góðtaka, at tað kann verða ymiskt, hvat er rætt fyri tann einstaka. Røðan kann lesast her.

Tiltakið, sum varð  20. november, er partur av stórari barnaráðstevnu, sum verður í døgunum 20. - 22. januar 2025, eisini í Norðurlandahúsinum. Tá fara børnini at geva sítt ítøkiliga íkast til eina komandi barnalóg.