Yvirlæknar í barnasjúkufrøði ávara um, at tað gerst alsamt truplari fyri børn at halda pennum og blýantum, orsakað av ovurnýtslu av tøkni, tað skrivar The Guardian á heimasíðu sína.
Yvirnýtsla av nertiskíggjum, so sum smartfonum og teldlum, forðar fingravøddunum í at menna seg til at halda blýantunum rætt.
"Tá børn koma í skúla í dag, hava tey ikki somu styrki og hegni longur, sum tey høvdu fyri 10 árum síðani", sigur Sally Payne, høvuðsbarnasjúkufrøðisviðgeri á The Heart of England Foundation NHS Trust. "Børnini, ið koma í skúla, fáa blýantar, men tað gerst alsamt truplari hjá teimum at halda blýantinum, tí tey vanta grundleggjandi rørsluevnir."
"Fyri at kunna taka ein blýant og flyta hann, mást tú hava sterkt tamarhald á fínu vøddunum í fingrunum. Børnum tørvar nógva venjing fyri at menna hesi evnini."
Payne leggur aftrat, at spæl er ikki tað sama, sum tað hevur verið. "Tað er lættari at geva barninum ein teldil, enn at eggja tað at spæla vøddastimbrandi spøl, so sum at byggja kubbar, klippa og líma og so famvegis. Orsakað av hesum, menna tey ikki grundleggjandi evnini, ið skulu til, fyri at halda í einum blýanti."
Seks ára gamli Patrick, hevur fingið vikuliga undirvísing í at menna neyðugu styrkina í peikifingrinum, fyri at kunna halda í blýantinum rætt - "trýfótaða takið".
Mamma hansara, Laura, ábreiðslar seg sjálva: "Sæð í baksýnið, síggi eg, at eg havi givið Patrick tøkni at spæla við, og útihýst øðrum, meira vanligum leikum. Tá hann byrjaði í skúla, setti skúlin seg í samband við meg, og greiddi mær frá teirra stúranum: hann helt í blýantum, sum holubúgvar hildu í pinnum. Hann dugdi bara ikki at halda blýantinum á nakran anna hátt, og hann lærdi tí ikki at skriva, tí hann ikki dugdi at at flyta blýantin við neyvleika."
"Viðgerðin hjálpir nógv, og nú eri eg ógvuliga strong um, nær hann sleppur at brúka tøkni", segði hon. "Eg haldi, at skúlin fekk eyga á trupulleikan í nóg góðari tíð til, at hann ikki fær varandi trupulleikar.
Melissa Prunty, barnasjúkufrøðisligur viðgeri við serkunnleika í hondskriftstrupulleikum hjá børnum, er stúrin um, at eitt alsamt vaksandi tal av børnum menna hondskriftina ov seint, orsakað av ovurnýtslu av tøkni."Ein trupulleiki er, at tað er sera individuelt, hvussu hondskriftin mennist hjá hvørum einstøkum barni", sigur Prunty.
Hon heldur fram: "uttan gransking, økist vandin fyri, at vit bara gera okkum niðurstøður um, hví eitt barn ikki dugir at skriva í ávísum aldri, og at vit ikki blanda okkum uppí, tá talan er um ein tøknistengdan trupulleika".
Tó, at undirvísingarætlanir tey fyrstu skúlaárini hava ávís mál fyri hondskrift hvørt ár, hava nógvir skúlar eina ymiskar tilgongdir til hondskrift - summir brúka teldlar saman við blýantum, sigur Prunty. Hetta gerst ein trupulleiki, tá sama barnið brúkar ovurhonds nógva tíð uppá teldlar heima við hús.