Boris Johnson enn innlagdur

Bretski forsætisráðharrin Boris Johnson varð fluttur á intensivu deild eftir at korona-sjúkueyðkennini gjørdust verri

Bryndis Hjartardóttir
7. apríl 2020 kl. 09:16

Forsætisráðharrin í Bretlandi, Boris Johnson, varð í gjár fluttur á intensivu deild eftir, at hansara korona-sjúkueyðkenni versnaðu. 

Síðani forsætisráðharrin fekk staðfest smittuna 27. mars, hevur hann røkt sínar uppgávur heimanífrá, men fyrradagin varð hann fluttur á sjúkrahús við áhaldandi sjúkueyðkennum. Í gjár versnaði støðan og hann varð fluttur á intensivu deildina á St. Thomas sjúkrahúsinum í London. 

Boðað er frá, at forsætisráðharrin hevur fingið andahjálp, men liggur ikki í respirator. 

Tíðindini hava loypt stóran hvøkk á í Bretlandi, sum nú av álvara merkir álvarsomu støðuna av Covid-19. 

Boðini um sjúka forsætisráðharran fingu fleiri av heimsins leiðarum at fara á Twitter at bera honum heilsanir. 

Hetta er ein óvanlig tíð fyri bretar, landið hevur ikki verið uttan tøkan leiðara síðani í 50-inum, tá Churchill fekk ein hjartatilburð.

Í Bretlandi er eingin formlig arvafylgja um ein forsætisráðharri gerst óarbeiðsførur, men uttanríkisráðharrin, Dominic Raab, er biðin um at loysa forsætisráðharran av. 

Í skrivandi løtu eru 5,373 fólk í Bretlandi deyð av Covid-19.