Champions Leage-finalan í fótbólti verður í ár leygardagin 28. mai, og stendur til at verða spæld á Gazprom Arena í Sankta Pætursborg í Russlandi,
Men stendur tað til Boris Johnson, forsætisráðharra í Bretlandi, so heldur hann, at Champions League-finalain í ár eigur at flytast.
– Eg haldi, at tað er óhugsandi, at stórar altjóðar kappingar kunnu vera í Russlandi, um Russland herjar á eitt sjálvstøðugt land, verður Boris Johnson siteraður fyri í Reuters.
Hann heldur, at vegna spentu støðuna millum Russland og Ukraina, har veruligur ófriður kann taka seg upp millum londini, so átti evropeiska fótbóltssamgongan nú umhugsa at flyta finaluna. Boris Johnson bjóðar sjálvur Wembley í London fram sum leikvøll, ið kundi hýst Champions League-finaluna í ár.
Bretski miðilin Daily Mirror hevur roknað seg fram til, at ein vertsbýur fær umleið 535 milliónir krónur, fyri at skipa fyri einari Champions League-finalu, so tað er ikki smávegis upphæddir, sum russiski býurin kann gleppa sær av hondum, verður finalan flutt.
UEFA sigur í tíðindaskrivi, at fótbóltssamgongan fer at halda eyguni við spentu støðuni, men í løtuni eru tað ongar ætlanir at flyta finaluna, stendur at lesa í tíðindaskrivinum, sambært dpa.
Champions League-finalan í fjør varð flutt
Finalan í Champions League í fjør varð flutt úr Istanbul til Porto bara tríggjar vikur undan finaluni. Hetta hendi, eftir at turkiski stórbýurin var komin á reyðalista hjá Bretlandi í samband við koronufarsóttina. Orsøkin til hetta var, tí trý ensk lið høvdu spælt seg fjórðingsfinaluna, og sostatt vóru líkindini fyri einum enskum liði í finaluni rættiliga stór.
Og tað vóru eisini tvey ensk lið, sum møttust í finaluni 29. mai í fjør, tá Chelsea vann 1-0 á Manchester City. Kai Havertz skoraði einsamalla málið í dystinum.
Seinastu tíðina hava fleiri flogfeløg í Evropa meldað út, at tey antin fara at lata vera við at flúgva til Russlands og Ukraina ella at talið av fráferðum verður lækkað munandi, tí er ikki heilt víst, um viðhaldsfólk kunnu ferðast til finaluna – verður hon framhaldandi spæld í Sankta Pætursborg 28. mai.