Bretland skal hava nýggja forsætisráðharra eftir, at Liz Truss trekti seg fyrr í vikuni. Fyrrverandi forsætisráðharrin Boris Johnson hevur kunngjørt, sambært Sky News og BBC, at hann ikki fer eftir starvinum á hesum sinni.
Boris Johnson stillar ikki upp til formann fyri konservativa flokkin í Bretlandi. Við hesum sigur hann eisini kjansin at gerast forsætisráðharri frá sær hetta umfarið.
Fyri at gerast nýggjur formaður í flokkinum skal ein hava stuðul frá minst hundrað av teimum konservativu tinglimunum í undirhúsinum. Hetta sigur Johnson seg hava.
- Tað er ein øgiliga góður kjansur fyri, at eg hevði eydnast við valinum – og at eg kundi verið aftur í Downing Street fríggjadagin, sigur Johnson sambært BBC.
- Men seinastu dagarnar eri eg komin fram til, at tað ikki er tað rætta at gera.
Johnson sigur eisini í sínari kunngerð, at hann væntar at geva teimum konservativu sigur næsta val, sum verður seinast í januar 2025.