Tann bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, skal seinni í dag svara spurningum frá bretskum tinglimum, hvørt hann tók lut í drykkjuveitslu í havanum í Downing Street nummar 10, tá alt Stórabretland annars var afturlatið vegna koronustøðuna.
Veitslan var, sambært BBC, hildin í mei-mánaða í 2020, hóast avmarkingarnar tá søgdu, at fólk ikki skuldu samlast, men sambært bretskum miðlum luttóku 100 fólk í veitsluni.
Forsætisráðharrin er ikki komin nakrari viðmerking, tá hann hevur verið spurdur um hetta málið, og hevur ikki havt hug at siga, um hann luttók í veitsluni ella ikki.
Mánadagin almannakunngjørdi bretska sjónvarpsstøðin ITV ein teldupost, sum sjónvarpsstøðin hevði fingið fatur á, har privati skrivarin hjá forsætisráðharranum, Martin Reynolds, bjóðar starvsfólki til eina veitslu “í frástøðu” í havinum í Downing Street nummar 10 tann 20. mei í 2020.