Kettan við teimum níggju lívinum, sum Boris Johnson ofta hevur verið nevndur í bretskum miðlum, tí hann hevur yvirliva so nógvar gølur, fer, sambært fleiri bretskum, í dag frá sum formaður í konservativa flokkinum. Spurningurin er so, um hann eisini trekkir seg sum forsætisráðharri.
Tað hevur sæð svart hjá bretska forsætisráðharranum, Boris Johnson. Fyrradagin avgjørdu tveir ráðharrar at fara frá, og í gjár løgdust tríggir ráðharrar afturat teimum, ið hava vent Boris bakið.
Ráðharrarnir, sum hava lagt frá sær, eru eitt nú ónøgdir við gølurnar, sum higartil hava verið, millum annað “Partygate”, men eisini við mátan, ið Boris Johnson hevur leitt ta konservativu samgonguna.
Fleiri bretskir miðlar siga, at Boris Johnson í dag fer frá sum forsætisráðharri, men fer samstundis eisini at trekkja seg sum formann fyri konservativa flokkin.
Sambært BBC, so fer hann at kunngera hetta innanfyri teir næstu tímarnar.
Boris Johnson hevur leingi verið undir stórum trýsti. Ógvusliga mannfalli í bretsku samgonguni ger tískil ilt verri fyri bretska forsætisráðharran, nú 50 av hansara flokslimum – eisini nógvir ráðharrar – eru farnir úr stjórnini í protest móti forsætisráðharranum og hansara evnum at leiða stjórnina. Teir vilja hava, at Boris Johnson fer frá sum forsætisráðharri.
Eisini er ein nýggj gøla á veg, eftir at tað er komið fram, at Boris Johnson hevur logið um, at hann ikki visti, at varaformaðurin í konservativa flokkinum – tá hann gjørdist varaformaður – var undir ákæru fyri kynsligan ágang.
Politiski redaktørurin hjá BBC, Chris Mason, sigur, at Boris Johnson fer at trekkja seg sum formaður í konservativa flokkinum í dag, men verður sitandi sum forsætisráðharri inntil í heyst.
So seint sum fyri einum mánað síðan yvirlivdi forsætisráðharrin eina misálitsatkvøðu í sínum egna flokki, eftir at hann hevði verið kritiseraður av sínum egnu í samband við tær sonevndu “Partygate”-sakirnar, tá stjórnin, í fleiri umførum, breyt síni egnu strongu koronutilmæli.