Í gjár boðaði Liz Truss frá, at hon legði frá sær sum forkvinna í Konservativa flokkinum og harvið eisini sum forsætisráðharri í Bretlandi.
Arbeiðið at finna næsta floksleiðaran og forsætisráðharran er longu farið í gongd. Sambært bretskum miðlum og veddingarfyritøkum, eru fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin Rishi Sunak og Boris Johnson, sum fyri bert sjey vikum síðan var forsætisráðharri í Bretlandi, favorittar at loysa Liz Truss av.
Í løtuni er líkt til, at annar av hesum skal loysa Liz Truss av. Rishi Sunak stillaði eisini upp ímóti Liz Truss í valstríðnum eftir at Boris Johnson var farin frá, men tapti. (Mynd: EPA-EFE).
Skulu hava stuðul frá 100 parlamentslimum
Hvør tað er, ið skal loysa Liz Truss av, verður í fyrsta umfarið avgjørt av teimum 357 parlamentslimunum í Konservativa flokkinum.
Tað er 1922-nevndin, ið skipar fyri formansvalinum í Konservativa flokkinum. Nevndin hevur boðað frá, at fyri at gerast formansvalevni, skulu valevnini kunna vísa á 100 parlamentslimir úr Konservativa flokkinum, ið stuðla teimum. Møguligu valevnini skulu leggja stuðulin fram mánadagin.
Sambært bretska blaðnum The Telegraph, eru tað 30 limir, sum longu nú vilja stuðla fyrrverandi forsætisráðharranum Boris Johnson. Tó er fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin hjá Boris Johnson, Rishi Sunak, eitt vet frammanfyri hann. Sambært The Telegraph fær Rishi Sunak higartil stuðul frá 33 parlamentslimum.
Umframt Boris Johnson og Rishi Sunak, so hevur fyrrverandi verjumálaráðharrin í Bretlandi, Penny Mordaunt, eisini megnað at vunnið sær nakrar stuðlar millum parlamentslimirnar hjá tí Konservativa flokkinum. 11 parlamentlimir hava kunngjørt, at tey vilja stuðla henni, um hon stillar upp.
Andstøðan er langt frá nøgd
Kier Starmer, sum er floksleiðari í andstøðuflokkinum Labour, er alt annað enn nøgdur við núverandi støðuna í Konservativa flokkinum. Hann heldur, at Konservativi flokkurin átti at útskrivað val ístaðin fyri at seta triðja forsætisráðharran í hesum valskeiðinum.
Val skal útskrivast í Bretlandi í seinasta lagi í januar 2025.