Boris Johnson varð møttur við lógvabrestum og ókvæmisrópum, tá hann trein út úr Downing Street nummar tíggju, fyri at halda tíðindafund um spentu politisku støðuna í Bretlandi.
Boris Johnson viðurkendi á tíðindafundinum, at hann og flokkur hansara hava gjørt feilir, men samstundis segði hann, at hann er errin av, hvat hendan stjórnin hevur fingið frá hondini, síðan stóra valsigurin í 2019.
Síðan staðfesti Boris Johnson tær gitingar, sum hava verið í bretskum miðlum nú fyrrapartin, at hann fer frá sum leiðari í konservativa flokkinum og fer eisini frá sum forsætisráðharri í heyst.
– Eg veit, at tað eru mong, sum eru glað fyri hesa avger, men tað er eisini nøkur, ið eru kedd og skuffaði av hesari avger, segði Boris Johnson á tíðindafundinum til bretska fólkið.
Forsætisráðharrin segði eisini, at ein tíðarætlan er gjørd, hvat nú skal henda fram til oktober, tá konservativi flokkurin fer at halda floksfund – og nýggjur formaður og forsætisráðharri verður valdur.
– Hóast tað sær svart út júst nú, so er framtíðin bjørt, legði skjótt fyrrverandi forsætisráðharrin í Bretlandi, Boris Johnson, stóra áherðslu á.
Eisini kom hann inn á russiska innrásina í Ukraina, har hann lovaði ukrainska fólkinum, at Bretland enn stuðlar ukrainska fólkinum.