Borgarstjórin: Vit hava gjørt avtalu við bandittarnar

Klaksvíkar kommuna hevur goldið teldusníkunum pengar fyri at fáa upplýsingar og dátur aftur

Eyðun Klakstein
3. oktober 2024 kl. 10:20

Klaksvíkar kommuna hevur gjørt avalu við teldusníkarnar, sum fyri fyri 10 døgum síðani framdu álop ímóti umsitingini. 

Allar upplýsingar og dátur hjá kommununi vóru tiknar og læstar, so kommunan ikki slapp fram at teimum.

Síðani hevur undantaksstøða valdað í Klaksvíkar kommuna, men nú eru glottar at hóma.

Á tíðindafundi í Varpinum í Klaksvík fyri løtu síðani segði borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, at kommunan hevur fingið allar dátur aftur.

– Vit hava gjørt avtalu við bandittarnar, segði Karl Johansen.

– Professionellir teldusníkar hava framt álopið, og einasti máti at fáa upplýsingarnar aftur, var við at gera avtalu um tað, segði borgarstjorin. 

Hann váttaði, at Klaksvíkar kommuna hevur goldið loysigjald fyri at fáa upplýsingarnar aftur, men hann vildi ikki siga, hvør upphæddin var.  

Hann segði eisini, at tað fór at kosta stóra upphædd at endurskapa telduskipaninar, keypa nýggja tøkni og tryggja seg av nýggjum, men kommunan veit ikki enn, hvussu dýrt tað verður.