Borgarstjórin umhugsar politisku framtíðina

Sambært In.fo hevur dóttir Heðin Mortensen váttað at stilla upp fyri Javnaðarflokkin til býráðsvalið í Tórshavnar Kommunu í november

Ragnar Sjúrðarson
19. august 2024 kl. 13:58

Tað er óvist um borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu til upp til býráðsvalið í november.

 - Eg umhugsi støðuna, men havi ikki tikið endaliga avgerð enn, sigur borgarstjórin við In.fo

Suðurstreymoyar Javnaðarfelag hevur lýst til 2. og møguliga 3. uppstillingarfund í kvøld. Tað merkir, at listin kanska verður liðugur í kvøld. Men tá tað stendur eitt sindur opið, um 3. og endaliga uppstillingarfundurin verður, so plagar tað at merkja, at 3. uppstillingarfundin ikki verður endaliga avgreiddur, og at tey síðstu nøvnini kunnu fáast á pláss seinni.

Elin Heðinsdóttir Joensen váttar fyri in.fo, at hon er spurd, um hon vil stilla upp fyri Javnaðarflokkin til býráðsvalið, og at hon hevur játtað.

– Eg vil siga tað soleiðis, at vit bæði umhugsa støðuna, tí vit stilla ikki bæði upp, sigur hon – tá In.fo spyr, um tað kann hugsast, at bæði hon og pápin, Heðin Mortensen, stilla upp.

Býráðsval verður í Føroyum tann 12. november.