Borgarstjórin er væl nøgdur við ólavsøkuna - men lovar nakrar broytingar

Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen, sigur seg ikki hava hoyrt nakran, ið hevur funnist at Havnará

Ragnar Sjúrðarson
31. juli 2023 kl. 19:13

Fyrsta ólavsøkan við nýggju Havnará er farin afturum. Heðin Mortensen sigur at undirtøkan og stuðulin til verkætlanina ikki kundi verið størri.

– Eg haldi at ólavsøkan eydnaðist serstakliga væl. Tað, ið mest hevur verið tosað um fram til hesa ólavsøkuna, og tann mest sjónliga broytingin í ár, er sjálvandi Havnará. Eg haldi at øll hava verið glað fyri verkætlanina og eg haldi meg ikki hava hoyrt nakran, ið hevur funnist at.

 – Fólk hava vanliga staðið nokkso tætt til setanina. Var tað ikki uppaftur trupulari í ár nú áin tekur ein part av plássinum?

– Eg vil siga at har var ongin munur samanborið við undanfarnu ár. Tað var væl skipað og øll ítróttarfeløgini stóðu á Tinghúsvøllinum á sama hátt sum áðrenn. Vit koyrdu enntá Havnar Hornorkestur niður á vøllin móti ánni og tað riggaði einastandandi væl.

Eg haldi at har er vorðið meira opið. Nú kann ein standa har við gamla sparikassan har tað er blivið slættari, og harfrá sært tú heilt oman á gamla apotek. Umhvørvið er eisini betri enn nakrantíð og undirtøkuna merkja vit frá øllum føroyingum.

Møguligar broytingar til næstu ólavsøkuna

 – Vit eru altíð við uppá at broyta nøkur ting, og har verður allarhelst okkurt broytt til næsta ár á sjálvum ráðhúsplássinum har vit høvdu tónleik og nógv sitipláss. Tað einasta vit ikki fáa stýrt tað er veðrinum og tillagingar koma altíð at vera gjørdar.

Nú aftaná summarferiuna fara vit í holt við økið frá kioskini hjá Astu og líka niðan til sparikassan. Vit fara at umskipa nøkur ting við smáum beinkjum og gøtum, og so ynskja vit at økið skal verða enn grønari enn tað er í dag, so tær broytingarnar verða gjørdar áðrenn ólavsøkuna í 2024.

Ólavsøka er ólavsøka

– Hóast tann vanliga mongdin av fólki ikki gekk í havnargøtum um dagin so vóru tað nógv fólk á ólavsøku. Føroyingar hava eftir mínum tykki tann hugburðin, at ólavsøka er ólavsøka og so taka vit tað harfrá. Hetta sást m.a til stórdystin í Gundadali har TB og ÍF leiktu frammanfyri eini 2-3000 fólkum. Eg var sjálvur til dystin og stemningurin var fantastiskur.