Borgarstjórin á Eiði gevst

Jógvan í Skorini, borgarstjóri á Eiði, hevur í tíðindaskrivi boðað frá, at hann stillar ikki uppaftur til kommunuvalið í næsta mánað

Sveinur Tróndarson
19. oktober 2020 kl. 17:02

Nú er greitt, at Jógvan í Skorini, borgarstjóri á Eiði, ikki stillar uppaftur, tá kommunustýrini kring landið skulu veljast av nýggjum 10. november.

Tá Dimmalætting fyrr í ár spurdi borgarstjórarnar kring landið, um teir fóru at stilla uppaftur hesaferð, var Jógvan í Skorini ein av teimum, sum hvørki vildi vátta ella avsannað, hvørt hann stillaði uppaftur, men tað svarið er so komið nú. Og tað merkir, at borgarstjórin seinastu átta árini er ikki ein av teimum, sum stendur á nøkrum lista hesaferð.

Tað eru átta ár síðan, at Jógvan í Skorini tók við sum borgarstjóri, sum tann yngsti borgarstjórin í Føroyum nakrantíð. Hann var bara 26 ára gamal, tá hann tók við, og í skrivinum sigur hann tíðina hava verið spennandi og mennandi.

Samstundis sum hann takkar øllum teimum, sum hann hevur samstarvað við leggur hann dent á, at tað enn eru tríggir mánaðir eftir av hesari setuni, og at hann ætlar at fáa nógv burtur úr hesum seinastu mánaðunum.

Fráfarandi borgarstjórin letur tó ikki lokalpolitisku dyrnar heilt aftur, tí í skrivinum staðfestir hann, at hann framvegis er rímiliga ungur, og tí er ikki óhugsandi, at hann bjóðar seg fram aftur um nøkur ár.