Teir sjey borgarstjórarnir í Suðuroy hava í dag sent alment mótmælisskriv um suðuroyarsiglingina, sum teir siga av álvara er fyri afturstigi, nú Herjólfur er farin aftur til Íslands.
Umframt at vísa á, hvussu støðan er, og hvussu hon er versnað, so spyrja borgarstjórarnir, hvør ætlanin er fyri suðuroyarsiglingina, nú Smyril er einasta skipið at røkja hana.
Teir staðfesta, at einki riggar, um samferðslan liggur í andaleypi, sum hon nú ger.
Her er skrivið frá borgarstjórunum:
SUÐUROYARSIGLINGIN – MÓTMÆLISSKRIV
Vit føroyingar liva í eini spennandi tíð, við stórum, samfelagsliðum broytingum nærum dagliga og tað hava vit gjørt í nógv ár eftir hondini. Fyri stuttum hendi tað gleðiliga, at undirsjóvartunnilin til Sandoynna lat upp og stutt undan tí, varð skotið ígjøgnum bergholið til Dals. Eysturoyggin, har koyrandi var til frammanundan, fekk undirsjóvartunnil í desembur 2020.
Fyrsta januar, í ár, bórust tíðindini í miðlunum um, at Mest skal prosjektera nýggjar ferjur til Strandferðsluna. Tað snýr seg um ferjusambandið til Kalsoynna, Fugloynna og Svínoynna og er tað útoyggjafólkunum væl unt.
Samfelagshjólini í Føroyum koyra enn við fullari ferð og arbeiðsloysið er søguliga lágt – einans uml. 0,8%.
11 TINGLIMIR OG 2 LANDSSTÝRISFÓLK
Tað var tí við stórum spenningi, at suðuroyingar fóru undir eina nýggja løgtingssetu 8. desembur í 2022, tí heili 11 suðuroyingar vórðu valdir á ting og tveir endaðu í landsstýrinum. Í Løgtinginum sita Jenis av Rana, av Tvøroyri, Súsanna Bertholdsen, av Tvøroyri, Johan Dahl, úr Vági, Erling Eidesgaard, av Tvøroyri, Bjarni Hammer, av Tvøroyri, Erhard Joensen, úr Vági, Eyðdis Hartmann Niclasen, av Tvøroyri, Henrik Old, úr Vági, Annika Olsen, úr Vági, Hans Jacob Thomsen, úr Sumba og Jacob Vestergaard úr Lopra. Alt suðuroyingar og alt fólk, ið eiga at vita hvat skal til, skal Suðuroynni vera lív lagað.
Í Landsstýrinum sita Sirið Stenberg, úr Vági, við almanna- og mentamálum og, somuleiðis úr Vági, Dennis Holm. Serliga málsøkini hja Dennisi Holm áttu, fyri suðuroyingar, at verið serstakliga kærkomin. Dennis situr nevniliga við Fiskivinnu- og Samferðslumálum. Suðuroyggin er neyvt tengd at fiskivinnuni og eru samferðsluviðurskiftini ikki í lagi, ja so ber einki til í oynni.
HVAT ER HENT SEINASTA ÁRIÐ?
Nú er eitt gott ár farið, síðan hesi góðu fólk vórðu vald og nærliggjandi er tí at spyrja, hvat liggur eftir? Taka vit samferðsluna, ja so varð ein roynd gjørd at bøta um siglingina til Suðuroynna. Hetta varð tó framt í undanfarnu tingssetu, í august 2022. Tá varð avgerð tikin um, at íslendska ferjan Herjólfur 3, skuldi sigla á Krambatanga, í eini roynd at avlasta Smyril og eisini at avloysa, meðan Smyril varð í dokk.
Fólk vóru á gosi um hetta, tí sum avloysaraskip fyri Smyril, egnar skipið seg als ikki. Herjólfur tekur alt ov fáar bilar og ferðafólk, til suðuroyarsiglingina. Tað, ið tó seinni vísti seg, tá Smyril kom aftur, var, at Herjólfur er eitt kærkomið ískoyti til flutningin um fjørðin.
Metingar siga, at Herjólfur tekur uml. 30% av farminum hjá Smyrli og er tað nakað, ið veruliga merkist. Herjólfur hevði ikki nógvar avlýsingar og av tí sama, so var siglingin hjá Smyrli regluligari enn vanligt og tað kom ikki ofta fyri, at bilar hava stóðu eftir á Krambatanga ella í Havn.
Leigusáttmálin varð longdur á sinni, men nú hevur Landsstýrið sagt endaliga farvæl við Herjólf. Hvat hendir so? Jú, landsstýrismaðurin í samferðslumálum sigur, at við neyvari stýring, so er ikki neyðugt at leiga eitt eyka skip!
HVØR ER ÆTLANIN FYRI SUÐUROYARSIGLINGINA
Her suðuri standa vit spyrjandi? Hvat hugsar Dennis Holm fyri sær? Hvussu skal hetta stýrast? Beinanvegin Herjólfur fór av landinum, varð úrslitið seinkingar í siglingini um Suðuroyarfjørð og alt fyri eitt frættist um bilar og fólk, ið ikki sluppu við Smyrli, tí hann var fullur.
Smyril, einasta farleið hjá 4.600 fólkum og einum stórum vinnulívi, er harafturat niðurslitin og skal innan stutta tíð í dokk. Hvat hendir tá, vita vit heldur einki um enn.
Loysnin kann ongantíð vera at koyra enn harðari á Smyril og hart royndu manningina og harvið seta trygdina hjá ferðafólkunum í vanda. Her má finnast ein loysn og tað í stundini!
Sum áður nevnt, so búgva tað á leið 4600 fólk í Suðuroynni. Í Suðuroynni er nógv vinnulívsvirksemi, ið frammanundan er fyri tí vanbýti, at øll vøra skal um keikant í Havn, við fylgjandi, skeiklandi meirkostnaði sum fylgju, í mun til meginøkið. Sjúkrahús- og Apoteksverk eru eisini neyvt knýtt at virkseminum hjá Smyrli. Ítróttur, mentan, ferðavinna – einki riggar, um samferðslan liggur í andalaypi, sum hon nú ger.
Í ein hálvan mannsaldur hevur verið tosað um eina bíleggingarskipan til Smyril, men enn hevur ongantíð eydnast at finna eina loysn. Ivasamt er eisini, hvussu hon skal fara at rigga her? Vit hava ikki pendulsigling um fjørðin her, eins og tað var millum Gomlurætt og Skopun, áðrenn tunnilin kom. Tað ber ikki til at planleggja alt og fløskuhálsar vilja stinga seg upp ferð aftan á ferð, óansæð um ein bíleggingarskipan kemur ella ei.
Fyri stuttum varð forboð sett móti at flyta asfalt um fjørðin við Smyrli. Nú fær eingin kommuna asfalterað sínar vegir, tí eingin veit hvussu asfaltið skal fáast suður.
Slaturin gongur nú eisini um, at slógv skal heldur ikki kunna flytast um fjørðin í næstum. Eingin dámar slógvluktin á bildekkinum á Smyrli, men hvussu skulu Varðin Pelagic, Bakkafrost, Delta Seafood og TG Seafood herberga slógvinum, um tað ikki skal kunna flytast av oynni?
Fleiri og fleiri útvega sær elbilar í dag. Samstundis harðnar kjakið um, at elbilar eiga at verða bannaðir umborð á ferjunum, tí til ber ikki at sløkkja eldin, skuldi eldur komið í ein elbil. Hvør er ætlanin/loysnin her?
FÓLKATALIÐ SÍÐAN 8. DESEMBER 2022
Tá sitandi samgonga tók við valdinum, hin 8. desembur 2022, búðu tað 4651 fólk í oynni, meðan fólkatalið í dag er 4593. Hetta svarar til eina minking á uml. 1,25% ella heili 58 fólk! Tølini eru fesk og frá Landsfólkayvirlitinum.
Hetta er ein stór minking í fólkatalinum í oynni og minkingin hendir, samstundis sum fólkatalið í meginøkinum fer uppeftir.
Hvat ætla suðuroyarpolitikararnir at gera við hetta? Vilja teir skýra seg “landspolitikarar”, ið onkur annar áður hevur gjørt, ella vilja teir taka saman lógvatak um Suðuroynna?
Einasta ljóspunktið hjá suðuroyingum er í løtini, at tað tykist sum um at ein suðuroyartunnil er nærri enn nakrantíð.
Spurningurin er bert nær ein tunnil kemur og hvussu leingi vit sum oyggj hava ráð til at bíða, um samferðslan skal liggja í skeljasori inntil tunnilin kemur?
OKKURT SKAL GERAST NÚ!
Vit, borgarstjórarnir í oynni, vilja ikki finna okkum í viðferðini oyggin eru fyri í løtuni. Vit KREVJA at ein loysn verður funnin á suðuroyarsiglingini í stundini!
Vit MÓTMÆLA HARÐLIGA ætlanini hjá landsstýrismanninum í fiskivinnu- og samferðslumálum, um ikki at útvega eitt eyka skip til suðuroyarsiglingina.
Hetta vanbýtið suðuroyingar eru fyri í løtuni, skal støðgast alt fyri eitt og virðing skal stýra teimum avgerðum, við avleiðingum fyri Suðuroynna, ið frameftir verða tiknar!
Borgarar í Suðuroynni, vinnulív, ítróttur og mentan verða ikki vird. Heldur kennist tað, sum um vit eru ein kleppur um beinini hjá ávísum politikarum.
At ávísir politikarar úr Suðuroynni lata sær lynda og hyggjandi lata tingini fara framvið, er okkum púra óhoyrt!
Vit kunnu ikki sláa okkum til tols við núverandi støðu, til ein tunnil, vónandi, einaferð kemur! Gera vit tað, so er skjótt einki vinnulív eftir, og tey ungu, ið ofta eru berandi innan mentan og ítrótt, eru flutt av oynni – hetta er longu byrjað, tað síggja vit, ið eftir eru her.
Vit KREVJA tí at tit taka í egnan barm og gera nakað fyri staðið, ið hevur borið tykkum inn um tingsins gátt! Minnist til, at tit hava familju, vinir og kenningar her í oynni, ið ikki kenna síni livandi ráð viðhvørt.
Minnist til, hvar tit arbeiddu fyri tykkara fyrstu løn – tey flestu aloftast í fiskivinnuni í oynni. Ein vinna, ið hevur sera ilt við at fóta sær.
Hugsið um hvat tit kunnu gera fyri oynna, ið hevur fostrað tykkum!
Ása Holm, borgarstjóri í Porkeris kommunu
Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vágs kommunu
Delmar Tausen, borgarstjóri í Hovs kommunu
Eyðbjørn Thomsen, borgarstjóri í Sumbiar kommunu
Janus Thomsen, borgarstjóri í Hvalbiar kommunu
Jóanis Lisberg, borgarstjóri í Fámjins kommunu
Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu