Borgarstjórar hittast á Ærø

Borgarstjórin í Runavíkar kommunu hitti um dagarnar borgarstjóran á Ærø

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu
8. august 2024 kl. 17:38

Í eina tíð hava borgarstjórarnir í Ærø kommune og Runavíkar kommunu samskift skrivliga. Í Føroyum er danska oyggin helst mest kend fyri navigatiónsskúlan í Marstal, har nógvir føroyingar gjøgnum árini hava fingið ta hægstu nautisku útbúgvingina. Tað er eisini orsøkin til, at núverandi borgarstjórin í Runavíkar kommunu er føddur á sjúkrahúsinum í Ærøskøbing og skírdur í Marstal kirkju.

Borgarstjórin skrivar av Ærø, har hann er í summarfrí í nakrar fáar dagar:

”Vit báðir Peter Hansted gjørdu av, at eg skuldi koma á gátt mánadagin í hesari vikuni kl. 11. So var gjørt. Umframt at hava roynt ymiskt á lívsleiðini, so hevur Peter rímiliga drúgvar royndir frá býráðsarbeiði og í hesum valskeiðnum, sum røkkur fram til 1. januar 2026, hevur hann verið borgarstjóri í Ærø kommune, sum gjørdist ein kommuna eftir samanlegging fyri nøkrum árum síðan. Á leið 6 túsund fólk búgva á oynni.

Kommunurnar báðar eru ikki ólíkar á tann hátt, at umframt býirnar Ærøskøbing, Marstal og Søby eru hópin av størri og smærri bygdum á oynni og í kommununi. Soleiðis líkist hon Runavíkar kommunu, og tað fór rúm tíð til at viðgera ta støðuna, hvussu stjórnast skal, fyri at savningarmegin til eina og hvørja tíð er hin optimala.

Skipanin við kommunala geiranum er ikki heilt hin sama í Danmark sum í Føroyum, men kortini so eins, at væl ber til at samanbera ábyrgdarøkini sum liggja hjá kommununum í londunum báðum. Tað snýr seg í stóran mun um undirstøðu – vegir, spillvatn, fasilitetir til frítíðarvirksemi, gøtuljós, vatn, skúlar – og eitt sum breðgur frá er, at her er tað kommunan, sum tekur sær av ferjusambandinum millum Ærøskøbing og Svendborg. Tað liggur nú fyri hjá teimum at smíða tvær nýggjar ravmagnsriknar ferjur fyri væl yvir milliardina, og tað er stórur biti at gloypa, men borgarstjórin staðfestir, at fólkið í oynni ikki vil vita av føstum sambandi. Av ótta fyri at missa samleikan og fyri at missa tær tænastur og veitingar sum nú krevjast á eini einsamallari oyggj. Hann vísti á gongdina í øðrum pørtum av landinum, har hetta hevði verið gongdin eftir at fast samband var komið í lag.

Annars varð tosað um leyst og fast, eisini um áhugan fyri politiskum arbeiði. Í hansara føri kundi tað meiri enn hjá teimum flestu verið arvað, men tað helt hann var minni parturin. Áhugin fyri samfelagnum vaks, og hann helt seg kunna gera størstan munin við at gerast partur av Socialdemokratínum, ið hann nú umboðar sum borgarstjóri á Ærø, hóast hann als ikki er slektaður til oynna ella av henni, men hevur sín uppruna í Keypmannahavn. Eitt annað sum vit tosaðu um er hin sveiggjandi spenningurin, sum er í politisku sferuni, og sum ger, at politikkur onkuntíð kennist næstan sum rúsandi. Tað eru 15 býráðslimir í hesari kommununi, og hann segði frá, táið tey skuldu skipa seg seinast, at alt rann sum vargur uttanrættað, tann einasti sum ikki fór upp í vong var gamli borgarstjórin og socialdemokraturin Ole Wej Petersen, og tá Peter spurdi hann, um socialdemokratarnir ikki vóru um at missa alt av hondum, svaraði hann við einum poker fjesi: ”Teir munnu fara at koma til patturnar aftur.” Og so var. Peter stillar annars uppaftur, táið val verður aftur um eitt stórt ár, og hann var boðin at koma á gátt, táið hann einaferð – fyri fyrstu ferð – vitjar í Føroyum.” 

Peter er sonur Lisbeth Hansted og Jens Otto Krag, sum var forsætisráðharri Danmarkar í 10 ár frá 1962 -1972. Krag verður mettur at vera hin stóri vælferðararkitekturin saman við Kampmann, Hedtoft og Hansen. Í ritinum ”Fremtidens Danmark” legði hann ástøðiligu lunnarnar undir ta stóru menning, sum hevur verið í Danmark síðan seinra heimskríggj, og sum hann sjálvur fyri stóran part stóð á odda fyri sum politikari á ovastu rókum.

Tey ið ynskja at vita meira um Jens Otto Krag kunnu t.d. lesa bøkurnar sum Bo Lidegaard hevur skrivað um hann – eitt valaverk. Onkustaðni endurgevur hann Jørgen-Frantz Jacobsen í endurminningunum, og táið sonur hansara fekk bókina við tekningum, klippum og málningum hjá Williami Heinesen frá Runavíkar kommunu lat í honum: ”Pápi mín las nógv, og William var ein av teimum, sum honum dámdi serliga væl at lesa.”

Ein hugfarslig løta á Ráðhúsinum í Ærøskøbing.